Svar uppá fyrispurning um ergoterapi

22 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá fyrispurning nr. 61/2013 eftir § 52a í tingskipanini um ergoterapi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvussu vil landsstýrismaðurin tryggja, at fólk í Suðuroynni fáa nøktandi ergoterapeutiska viðgerð og endurmenning?

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at fáa játtan til ergoterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi?

Svar:

Til spurning 1:

Landsstýrismaðurin við heilsumálum boðaði frá, í sambandi við aðalorðaskiftið í Løgtinginum um Heilsunýskipan á heystið 2013, at hann ynskti, at rættindi borgaranna til endurmenning vórðu ásett í løgtingslóg. Landsstýrismaðurin hevur í samsvari við hetta sett skjøtul á arbeiðið at gera eina lóg á økinum. Talan er um eina tvørgangandi lóggávu, har størsti parturin av eini slíkari lóggávu eftir øllum at døma viðvíkur rættindi til tænastur frá Almannaverkinum. Tí verður neyðugt, at Heilsumálaráðið í felag við Almannamálaráðið arbeiðir við lóggávuni. Ætlanin er at fáa lagt eina tílíka lóg fyri Løgtingið í heyst, soleiðis at hon kann fáa gildi frá 1. januar 2015.

Tá arbeitt verður við at áseta reglur um rættindi til endurmenning, hevur tað samstundis týdning at greina, hvørji tilboð eru tøk í dag, og hvussu útlitini eru á økinum. Sum kunnugt er tað Almannaverkið, sum í stóran mun varðar av endurmenningini í Føroyum. Tí hevur tað áhuga fyri heilsuverkið at fáa størri kunnleika um, hvørjar ætlanir Almannaverkið hevur í sambandi við, at tey í seinastuni hava sett fokus á hetta økið og søkt eftir fleiri fysioterapeutum og ergoterapeutum. Í hesum sambandi hevur tað eisini áhuga at hoyra í hvønn mun Almannaverkið ætlar at tryggja, at fólk í Suðuroynni fáa nøktandi ergoterapeutiska viðgerð og endurmenning. Millum annað verður hesin spurningur í næstum tikin upp í tilgongdini at orða lóggávu á økinum.

Til spurning 2:

Tað er rætt, sum ført verður fram, at tað fram til 2011 var ergoterapeutur settur á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tá tað í 2011 varð álagt heilsuverkinum, herundir Suðuroyar sjúkrahúsi, at spara tað árið, valdi sjúkrahúsleiðslan at siga ergoterapeutinum úr starvi. Landsstýrismaðurin skilir, at hendan raðfesting hevur elvt til ávísar trupulleikar í sambandi við endurvenjing á sjúkrahúsinum, har tørvur hevur verið á bæði fysio- og ergoterapi.

Tað er fyrst og fremst sjúkrahúsleiðslan, sum skipar virksemið á sjúkrahúsinum og raðfestir, hvørjar tænastur sjúkrahúsið veitir fyri ta játtan, sum verður tillutað sjúkrahúsinum. Um tað er tørvur á ergoterpeutiskari tænastu á sjúkrahúsinum, kann leiðslan raðfesta at keypa hesa tænastu partvís inn á sjúkrahúsið.

Út frá verandi játtan og teimum kørmum, sum júst eru samtyktir í Løgtinginum má ásannast, at tað verður torført at uppraðfesta hesa tænastu á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Heilsumálaráðið, 20. mai 2014

Karsten Hansen

landsstýrismaður