Svar til fyrispurning um eftirmeting av vallógini, settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hevur landsstýrismaðurin sett niður ein serfrøðingabólk til at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey til eitt valdømi?
2. Hvussu er virkissetningurin, ætlaður bólkinum, orðaður?
3. Nær kann væntast, at umrøddi bólkur verður liðugur at skriva álitið, sum Løgtingið hevur samtykt, at landsstýrið skal leggja fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis?
4. Um onki er hent samsvarandi løgtingssamtyktini frá 24. apríl 2009, hvør er so orsøkin til, at málið er komið í drag?
til spurning 1
Upplýsast kann, at landsstýriskvinnan ikki enn hevur sett serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í løgtingsvallógini frá sjey til eitt valdømi. Orsøkirnar eru tvær, tann fyrsta
er, at arbeiðsorkan á kommunudeildini, sum eisini varðar av vali, hevur verið nýtt til at fáa kommunuálitið liðugt. Hetta hevur verið sera arbeiðskrevjandi fyri deildina ,og hevur tí ikki verið gjørligt at arbeitt við eini eftirmeting av vallógini samstundis. Í øðrum lagi er í verandi fíggjarári ongin fíggjarorka at seta serfrøðinganevnd at gera hesa eftirmeting.
Til spurning 2
Landsstýriskvinnan tekur uppskotið til samtyktar um at eftirmeta broytingarnar í vallógini til eftirtektar, men orsakað av vantandi arbeiðsorku og manglandi fígging er ikki orðaður nakar virkissetningur enn. Tó skal viðmerkjast, at tað er ivasamt, um tað ber til at gera eina eftirmeting longu nú, áðrenn fyrsta valskeiðið eftir broytingina er hálvrunnið. Rættarnevndin metti, at tíðin var tann rætta til at eftirmeta. Viðmerkjast skal eisini, at tað út frá uppskotinum til samtyktar kann tykjast trupult at staðfesta júst, hvat skal eftirmetast. Er tað valúrslitið, sum skal samanberast við úrslit fyri undanfarin val? Ella er tað arbeiðslagið og løgtingsmál í tinginum áðrenn og eftir broytingina, kynsumboðan ella annað?
Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar var m. a. skrivað:
“Orsøkin til at tingið samtykti broytingina var fyrst og fremst at tað varð roknað við at hetta fór at bera við sær at hugburðurin og arbeiðslagið í tinginum fór a broytast, tá ið tey, sum vóru vald á ting, høvdu verið vigað av veljarunum kring alt landið. Roknað varð við, at nú fóru lokalpolitisku atlitini, sum tingið varð sagt at liggja undir fyri, at hvørva, og at tingið nú fór at arbeiða meiri yvirskipað. ...... Royndirnar hetta stóra árið, sum er liðið, síðani fyrsta tingið varð valt í einum valdømi, hava neyvan samført tingið og almenningin um, at hugburðurin og arbeiðslagið er broytt soleiðis, at tað nú verður arbeitt meiri yvirskipað og minni lokalpolitiskt. Heldur hevur tað’ verið tvørturímóti.”
Í viðmerkingunum til løgtingsmáli 5/2007: “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting, sum broytti vallógina frá sjey til eitt valdømi” stendur millum annað:
“...heldur uppskotsstillarin, at tíðin nú er búgvin til, at farið verður frá skipanini, sum hevur verið galdandi í 155 ár, og at stigið eigur at verða tikið fult út, soleiðis at Føroyar verða 1 valdømi heldur enn at fara at pjøssa upp á verandi skipan við nýggjum býtisskipanum.
Sum grundgevingar fyri hesum kunnu nevnast:
Infrakervið í Føroyum er nú vorðið so gott, at 85% av fólkinum í bili kann náa 80% av landinum innan fyri ein tíma.
Alt fleiri uppgávur verða lagdar og fara at verða lagdar til kommunurnar at umsita, eins og talið av kommunum er nógv lækkað og fer at lækka enn meira. Ásannast má eisini, at í sambandi við, at heimastýrið hevur yvirtikið alt fleiri uppgávur at umsita, er málsræðið hjá tinginum víðkað. Hetta hevur við sær, at Løgting og landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum, meðan kommunurnar og teir kommunalu felagsskapirnir taka sær av tí meira lokalpolitiska
Í vallógini frá 1978 er talið av umdømisvaldum í teim einstøku valdømunum við hesum útgangsstøði gjørt við støði í, hvussu fólkatalið var býtt upp á valdømini tá. Hetta er nógv broytt hesi knapt 30 árini. Fólkatalið í Streymoynni er t.d. frá1977, til 2003 vaksið við 29,7% , í syðru helvt av Eysturoynni við 21,3%, meðan tað í Sandoynni og Suðuroynni er minkað við góðum 12%. Hesi tøl vísa greitt, at grundarlagið undir verandi vallóg er burtur, og at um skipanin við valdømum skal verða varðveitt, so eigur tingið at taka støðu til eitt geografiskt heldur enn eitt demografiskt býti, grundarlagið undir verandi skipan er burtur.
Ásannast kann eisini, at í teim smáu valdømunum er talan um eitt demokratiskt undirskot, soleiðis at skilja, at veljarin veit, at tað er nyttuleyst at velja ávísar flokkur, tí flokkurin ikki hevur nakran møguleika at fáa tingmann valdan.
Tað er ein sannroynd, at kvinnurnar eru undirumboðaðar á tingi, og at hon er ein tann lægsta í Europa. Roknast kann við, at um Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, so fer hesin ójavnin at minka......
................. Sum er, kann einstaklingur stilla upp í einum valdømi. Hetta merkir, at viðkomandi bara kann verða valdur, um hann ella hon verða umdømisvald, tí viðkomandi tekur ikki lut, tá í tey eykavaldu verða býtt. Um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað lættari hjá einstaklingum at verða vald, tí tey eins og tey, sum eru stillað upp hjá flokkunum, fáa atkvøður í øllum landinum. Vansin er, at um viðkomandi fær nógvar atkvøður, so verður spillið av atkvøðum stórt.”
Til spurning 3 og 4
Ætlanin er at fara undir arbeiðið komandi ár, um fíggjarkarmarnir loyva tí, og undirtøka fæst í landsstýrinum at seta ein serfrøðingabólk at eftirmeta vallógina.
Annika Olsen
landsstýriskvinna

