Svar uppá Fyrispurning um avleiðingar av pensjónsskattalógini og hækking av pensjónsaldri

14 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Spurningar:

1. Nú eru bert 2 mánaðir til 1. juli, tá allir føroyingar, ið hava pensjónsuppsparing uttanlands, skulu skattast av pensjónsinngjaldi. Hvørjar avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini, hava feløg, ið umboða føroyingar – og útlendingar, ið búgva í Føroyum – ið hava pensjónsuppsparing uttanlands, boðað Fíggjarmálaráðnum frá?

2. Fer landsstýrið at geva undantak frá nýggju pensjónsskattalógini til teir føroyingar – og útlendingar, ið búgva í Føroyum - ið missa uppspart virði og verandi rættindi við at flyta til nýtt pensjónsfelag?

3. Um ikki, fer landsstýrið so at geva hesum endurgjald fyri mista virðið?

4. Hvørjar avleiðingar av nýggju pensjónsskattalógini hava feløg, ið umboða føroyingar, ið hava pensjónsuppsparing í Føroyum, og tí vórðu fevnd av nýggju lógini longu pr. 1. januar, boðað Fíggjarmálaráðnum frá?

5. Nær verður skattaavtala fingin í lag við Danmark, ið má tryggja, at føroyskir pensjónistar, sum flyta uttanlands, ikki – sum í dag – skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón?

6. Hvørji lond er ætlanin at gera skattaavtalur við fyri at tryggja, at føroyingar, ið flyta til hesi lond, tá tey eru pensjónistar, ikki skulu rinda skatt bæði við inngjald og útgjald av pensjón?

7. Í játtanarkarmunum frá landsstýrinum er ásett, at fólkapensjónsaldurin hækkar úr 67 upp í 68 ár í 2013 og 69 ár í 2016. Hvussu nógv missir tann einstaki føroyingurin í krónum og oyrum, ið eftir ætlan skuldi gerast pensjónistur í 2013, men – um pensjónsaldurin hækkar eitt ár í 2013 – má bíða eitt heilt ár?


8. Hvussu nógv færri kunnu væntast at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum í 2013 og aftur í 2016 og harvið, hvussu nógv færri tøk størv kunnu væntast, um ætlanirnar í játtanarkarmunum verða fylgdar?

9. Ætlar landsstýrið at seta í verk lógarkravt pensjónsinngjald fyri allar føroyingar – uttan samstundis at kunna greiða føroyingum frá útgjaldstreytunum – eitt nú hvussu pensjónsuppsparingin hjá einstaka føroyinginum verður mótroknað í fólkapensjón, almannaveitingum v.m. við útgjald?


Viðmerkingar:
23. desember 2011 samtykti samgongan at seta í verk eina kollveltandi broyting av pensjónsskattingini í Føroyum. Henda lóg varð sett í verk longu 1. januar 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing í Føroyum, og 1. juli 2012 fyri føroyingar við pensjónsuppsparing uttanlands. Nú eru 2 mánaðir til 1. juli.

Tíverri eru enn fleiri ivamál í sambandi við nýggju lógina m.a. viðvíkjandi skatting av pensjón bæði við inngjald og útgjald - um flutt verður uttanlands sum pensjónstur. Eisini eru trupulleikar hjá føroyingum, sum hava fingið sjúku e.l., og tí ikki kunnu flyta pensjónsfelag uttan, at hetta kemur at ávirka teirra gjald og virði munandi. Nøkur sleppa helst ikki inn í aðra skipan, um tey hava álvarsama sjúku. Serliga er tað ein stórur trupulleiki hjá teimum, ið ikki eru partar av størri bólki, ið hevur felags pensjónsskipan, og eru tað nógvir føroyingar, ið ikki eru tað.

Samgongan hevur hartil lagt fram játtanarkarmar fyri komandi árini. Sambært hesum er m.a. greitt, at almanna- og heilsuøkið skal skerjast við 170 mió. kr. Hetta verður eitt nú gjørt við at økja – tann í forvegin millum heimsins hægsta pensjónsaldurin – úr 67 upp í 68 ár í 2013 og 69 ár longu í 2016 – og sum skilst upp í 70 ár stutt eftir.

Hartil hevur landsstýrið eisini sent lógaruppskot viðvíkjandi lógarkravdari pensjóns-uppsparing til hoyringar, og ætlanin er at seta hesa lógarkravdu uppsparing í verk, uttan samstundis at taka støðu til útgjaldspartin av pensjónsskipanini, ið m.a. viðvíkir, hvussu pensjónsuppsparing hjá føroyingum verður mótroknað í fólkapensjón, almannaveitingum v.m. í framtíðini.

Samanumtikið má sigast, at ótryggleikin á føroyska pensjónsøkinum tíverri ongantíð hevur verið størri, og við nýggju átøkunum í játtanarkarmunum har pensjónsaldurin skal hækkast úr 67 uppí 69 ár longu í 2016, er ótryggleikin vorðin enn størri.

Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Svar:

Til spurning 1:
Fráboðanirnar frá útlendsku eftirlønarveitarunum hava verið ymiskar, og TAKS hevur ikki samskift við hvørt einstakt felag enn, so enn ber illa til at taka samanum, hvat feløgini siga.

Í næstum fer TAKS at seta seg í samband við øll eftirlønarfeløgini fyri at fáa endaliga staðfest, um tey eru før fyri at umsita bæði skattaði og óskattaði eftirlønarinngjøld á ein nøktandi hátt.

Til spurning 2:
Sum er, hevur landsstýrið ongar ætlanir um at undantaka nakran at rinda eftirlønarskatt.

Til spurning 3:
Løgtingið hevur álagt øllum, ið eru fult skattskyldug til Føroya, og sum rinda til eftirløn, at tey skulu rinda eftirlønarskatt til Landskassan. Hvørki Landsstýrið ella Løgtingið hava álagt nøkrum at skifta felag, og mær vitandi, hevur tað ikki verið vanligt at veita endurgjald í sambandi við skattabroytingar.

Til spurning 4:
Tann loysnin, sum TAKS og Elektron hava ment til at handfara eftirlønarskattin, hevur verið jaliga móttikin av eftirlønarfeløgunum. Loysnin hevur við sær, at eftirlønarfeløgini á einum stað kunnu fáa talgilda rapportering av øllum eftirlønarinngjøldunum frá TAKS.

Frá eftirlønarfeløgum frættist, at tað nú er lættari at umsita inngjøldini, enn tað var frammanundan.

Til spurning 5:
Samráðingar eru í gongd við danskar myndugleikar um at gera nýggja skattaavtalu við Danmark soleiðis, at persónar sum flyta millum Føroyar og Danmark sleppa undan at verða skattaðir tvær ferðir av eftirløn. Tað er onki sum bendir á, at tað ikki fer at eydnast at fáa eina avtalu í lag heilt skjótt.

Til spurning 6:
Millum tær skattaavtalur, sum Føroyar hava við onnur lond um eftirlønir, er tað einans danska avtalan, sum hevur við sær trupulleikar við tvískatting. So tað er ikki neyðugt at broyta aðrar avtalur.

Skuldu trupulleikar víst seg í sambandi við, at føroyingur flytir til eitt land, sum Føroyar ikki hava avtalu við, má hesin trupulleikin viðgerðast tá.

Samanumtikið kann sigast, at um avtala – sum væntað – fæst í lag við Danmark, so er trupulleikin við tvískatting sera avmarkaður, tí tá eru avtalur við øll lond, hagar føroyingar vanliga flyta í eftirlønaraldri.

Til spurning 7:
Løgtingið hevur samtykt játtanarkarmarnar fyri 2013 og frameftir, men uttan at støða er tikin til, hvussu játtanarkarmarnir á einstøku greinunum verða hildnir. Spurningar um, hvørji tiltøk skulu til fyri at einstøku greinarnar megna at halda ásetta játtanarkarmin verða avvarðandi landsstýrisfólk at svara uppá.


Til spurning 8:
Víst verður til svarið til spurning 7.

Til spurning 9:
Landsstýrið hevur tikið stig til ein politiskan fylgibólk við umboðum fyri allar flokkkar at viðgera uppskotið til nýggja eftirlønarlóg.

Hesin bólkur ynskti at fáa uppskotið út til hoyringar, og nú situr bólkurin og viðger málið. Onki er avgjørt viðvíkjandi uppskotinum.

Men landsstýrið vónar, at vit endiliga – eftir at hava bíðað í mong ár – skjótt kunnu seta eina hart tiltrongda pensjónsnýskipan í verk.

Fíggjarmálaráðið 11. mai 2012


Jørgen Niclasen
landsstýrismaður