1. Ætlar landsstýrismaðurin at áseta reglur, sum býta skattligar inntøkur, vunnar frá ali- og uppisjóvarvirkjum, javnt millum kommunurnar í Føroyum?
2. Um ikki, hví?
Viðmerkingar
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi fullveldissamgongan av, at kommunala inntøkan av skatting av ymiskum størri vinnufyritøkum í Føroyum skuldi býtast millum allar kommunur í landinum. Orsøkin var, at hóast staðsett í einari kommunu, so var kundaskarin hjá hesum fyritøkum í øllum landinum, og skuldi eitt skatligt avlop tískil koma øllum borgarum í landinum tilgóðar gjøgnum kommunuskattin.
Alivinnan og uppisjóvarvinnan er miðsavnað munandi seinnu árini, og virkini og skipini eru nú tengd at ávísum støðum í landinum. Vitandi um, at hesar kommunur eisini hava útreiðslur tengdar at virkseminum, er einki at ivast í, at skattliga avlopið frá hesum virksemi fyrs og fremst byggir á tilfeingi, sum allir føroyingar eiga. Tí er eisini rímiligt, at skttingin av møguligum vinningi frá hesum virksemi verður latin øllum kommunum í landinum.
Tað kemur eisini fyri, at kommuna, sum letur stóran part av sínum tilfeingi í veð fyri áðurnevnda virksemi, uttan at nakað verður borið í kommunukassan aftur.
Í eini roynd at gera skipanina meiri samhaldsfasta, so allir borgarar landsins fáa ágóða av hesum tilfeingi Føroya fólks, verður tí hett á landsstýrismannin um at skipa skattingina av ali- og uppisjóvarvirkjum á tann hátt, at allar kommunur landsins fáa ágóða av kommunala skattapartinum, sum kemur inn frá virkjum í hesum vinnu¬greinum.
Á Løgtingi, 10. august 2011
Páll á Reynatúgvu
Svar:
Feløg eru skattskyldug í tí kommunu tey eru skrásett í. Hevur felag virksemi í fleiri kommunum skal skatturin býtast millum hesar kommunur. Fyri peningastovnar og oljufeløg er tó gjørd tann skipan, at skatturin verður býttur millum allar kommunur í landinum eftir fólkatalinum í kommunununum.
Eg eri samdur við spyrjaranum, tá hann sigur, at alivinnan og uppisjóvarvinnan er miðsavnað munandi seinnu árini, og virkini og skipini eru nú tengd at ávísum støðum í landinum. Spyrjarin hevur eisini rætt í, at avlopið hjá nevndu vinnum fyrst og fremst stavar frá tilfeingi, sum allir føroyingar eiga, men sum spyrjarin eisini vísir á, hava kommunurnar har virksemi er, eisini útreiðslur, ið eru tengdar at virkseminum.
Tað eg veit um, er hesin spurningur ikki politiskt viðgjørdur í landsstýrinum, men eg fari at mæla til, at spurningurin verður tikin upp í einum breiðari høpi, nevniliga í sambandi við viðgerðina av einari generellari útjavning millum kommunur.
Fíggjarmálaráðið, 30. august 2011
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður

