Svar uppá fyrispurning

22 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hvør er ítróttapolitikkur landsstýrisins viðvíkjandi landsliðsluttøku í altjóða kappingum, eitt nú í EM- og HM-kappingum, í hesum førinum serliga í mun til hondbólt?

2. Hvønn týdning heldur landsstýriskvinnan tað hava fyri føroyskar ungdómar og Føroyar sum tjóð, at vit luttaka í altjóða kappingum, eisini í hondbólti?

3. Nú tað er greitt, at landsliðið í manshondbólti av fíggjarligum orsøkum, ikki fær luttikið í EM-undankappingini til leikirnar í 2012, hevur landsstýrið/landsstýriskvinnan tá nakrar ætlanir um at gera tað fíggjarliga møguligt hjá Hondbóltssambandi Føroya frameftir at luttaka í øllum teimum kappingum, sum í minsta lagi vera hildnar neyðugar at luttaka í, fyri at menna okkara bestu hondbóltsleikarar og fyri at umboða tjóðina ímillum aðrar tjóðir í hesi ítrótt?

Svar

1: ÍSF, sum yvirskipaður landsfelagsskapur fyri ítróttin, hevur seinastu mongu árini fingið 2 mió.kr. árliga í stuðli, umframt 3,25 mió.kr. í stuðli til ferðir innanoyggja.


Peningurin verður býttur sundur til tey ymisku sersambondini og til umsitingina hjá ÍSF eftir serligum býtislykli. Haraftrat koma veddingapengarnir og annar stuðul, sum er ein týðandi partur av fíggjarliga grundarlagnum í teim ymsu sersambondunum.

Í 2009 varð gjørt av at stuðla við 600 tkr. til úrvalsítrótt, og er hesin stuðul varðveittur á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010.

Frá politiskari síðu hevur mann ikki higartil sett stuðulstreytir sum landsliðsluttøka í EM- ella HM kappingum hvørki fyri hondbólt ella aðrar ítróttagreinir.

Eg haldi, at tað er hvørki rætt ella skilagott av mær sum landsstýriskvinna við ítróttamálum at leggja meg út í, hvussu peningurin hjá ÍSF verður raðfestur, tá ræður um, hvørji landslið skulu luttaka í EM, HM ella øðrum kappingum, uttan so at ein yvirskipað ætlan um hetta frammanundan er gjørd í samráð við ÍSF og sersambondini.

Tá tað snýr seg um altjóða luttøku hjá einum sersambandi, í hesum førinum Hondbóltsambandi Føroya, so er tað Hondbóltsambandið sjálvt, sum ger av, hvussu altjóða luttøka verður raðfest innan verandi fíggjarkarmar.

2: Luttøka í altjóða kappingum hevur sera stóran týdning, bæði tá tað snýr seg um tjóðarsamleika, men serliga tá tað ræður um at styrkja og menna einstaklingar, feløg ella landslið.

Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða fram ímóti, at ítróttin fær ein virknari leiklut í altjóða ítróttarsamstarvi:

• Miðað verður eftir at stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttafelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum.

• Føroyar eiga at vera sjónligar í altjóða ítróttasamstarvi, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum.

• Frítíðarfelagsskapir verða stuðlaðir í sambandi við millumtjóða virksemi.

Í álitinum um almennan ítróttapolitikk (2005) verður staðfest, at tørvur er á einari menningarætlan, sum ÍSF saman við sersambondunum, almennum myndugleikum og feløgunum, orðar og arbeiðir miðvíst eftir. Í hesum sambandi skulu hesi mál raðfestast: altjóða samstarv, førleikamenning, greið raðfesting og útbyggingarætlanir av altjóða góðkendum ítróttaanleggum.

Fundur hevur verið við ÍSF, har umrøtt varð, hvussu Ítróttasambandið sum megin¬felag ítróttsins metir møguleikarnar at fremja nevndu ætlanir í verki. Ætlanin er at taka hetta samskifti uppaftur skjótast til ber.

3: Eg haldi ikki, tað er rætt av mær at velja eitt landslið burtur úr at stuðla, so tað kann koma við til altjóða kappingar. Skal føroyskur landsliðshondbóltur fyri vaksin gera seg galdandi í altjóða kappingum, mugu lunnar helst fyrst leggjast í landsliðs¬ung¬dóms¬arbeiðið, sum má vera væl og miðvíst skipað.

Tað er eisini ein spurningur, í hvussu nógvum ítróttagreinum, føroyingar megna at taka lut í á landsliðstøði í altjóða kappingum, og serliga tá tað snýr seg um liðkapp¬ingar. Sum víst á omanfyri, er hetta spurningar, sum eg fari at taka upp við ÍSF.

Spyrjarin vísir í viðmerkingunum á góðu hondbóltsúrslitini hjá íslendingum í seinastuni. Hesi úrslit stava frá miðvísum arbeiði í fleiri ár – ikki bara hjá ítrótta¬fólkunum sjálvum, men eisini hjá teimum sum varða av ítróttinum, so sum ítróttafeløgum, áhugabólkum, einstaklingum og politikkarum.

Mentamálaráðið, 19. februar 2010


Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna