Svar uppá skrivligan fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-32/2009, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Føroyum.
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við føroyska lívfiska- og kynbótarøkinum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurleggja virksemið á Lívfiskastøðini í Skopun?
3. Metir landsstýrismaðurin, at trygdartiltøkini og avmarkingarnar, sum skulu skilja millum lívfiska/kynbótararbeiði og vinnuliga aling, eru nøktandi?
4. Er tað eitt hugskot at menna alt tað føroyska lívfiska og kynbótararbeiði í Sandoynni?
5. Um nei, ætlar landsstýrismaðurin so, at Sandoyggin kann nýtast sum vinnuligt aliøki?
Svar:
Ad. 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við føroyska lívfiska- og kynbótarøkinum?
P/F Fiskaaling hevur staðið fyri føroyska kynbótaarbeiðinum við laksi síðani tað byrjaði fyri umleið 30 árum síðani. Eftir at tað gjørdist loyvt at innflyta laksarogn í 2001 broyttist grundarlagið fyri føroyskum kynbótararbeiði, tí nú eru føroysku rognini í fríari kapping við útlendsk rogn. Av tí, at kynbótararbeiði í eini lítlari skipan sum tí føroysku er sera kostnaðarmikið at gera, tá samanborið verður við marknaðarprísin á rognum, hevur Fiskaaling havt ætlanir um at gevast við hesum arbeiði.
Av tí, at eingin ivi er um at framleiðsla av rognum í egnum landi minkar munandi um vandan fyri smittandi sjúkum í mun til um rognini vórðu innflutt, setti Vinnumálaráðið ein bólk at gera eina frágreiðing hesum viðvíkjandi frá einum veterinerum sjónarmiði. Arbeiðsbólkurin hevur m.a gjørt niðurstøður í mun til spurningin um fyrmunirnar og vansarnar við bert at framleiða rogn í Føroyum og bert á landi, heruppií serliga vandan fyri at innflyta fiskasjúku og -smittu.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini umrøtt spurningin, hvørji serlig krøv kunnu og eiga at verða sett innflutningi av rognum fyri at fyribyrgja sjúku- og smittuspjaðing.
Endaligar ætlanir eru ikki lagdar enn, men undirittaði fer í næstum at taka støðu til, hvat gerast skal í málinum. Tað er í síðsta enda upp til vinnuna, um rognini verða keypt í Føroyum ella í útlandinum.
Ad. 2. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurleggja virksemið á Lívfiskastøðini í Skopun?
Fyribils verður virksemið á Lívfiskastøðini ikki niðurlagt. Tí, sum nevnt frammanfyri, so verður málið kannað nærri áðrenn endalig avgerð verður tikin.
.
Ad. 3. Metir landsstýrismaðurin, at trygdartiltøkini og avmarkingarnar, sum skulu skilja millum lívfiska/kynbótararbeiði og vinnuliga aling, eru nøktandi?
Lívfiskastøðin hevur góðar møguleikar at sóttreinsa sjógvin, sum verður tikin inn á støðina. Fyri at náa fullgóðari verju móti smittu, er tó neyðugt at tryggja verandi lívfiskastøð móti brimi og at savna alla rognaframleiðsluna á einum stað, í staðin fyri sum nú, at nakað av virkseminum er í Skopun og nakað við Áir. Um so er, at alarar ynskja serligar eginleikar ella onnur akvakulturdýr, verður allarhelst neyðugt við eini útbygging.
Ad. 4. Er tað eitt hugskot at menna alt tað føroyska lívfiska og kynbótararbeiði í Sandoynni?
Tað er alneyðugt fyri møguligum framhaldi av føroyskum kynbótaarbeiði, at tað er gróðursett í einum tørvi í vinnuni. Hetta verður kannað.
Ad. 5. Um nei, ætlar landsstýrismaðurin so, at Sandoyggin kann nýtast sum vinnuligt aliøki?
Tá endalig niðurstøða fyriliggur, verður spurningurin tikin upp.
Vinnumálaráðið, tann 15. januar 2010
Johan Dahl
landsstýrismaður

