Fyrispurningur um Fiskiveiðieftirlitið, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Fyrispurningur:
Hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlanir um at flyta Fiskiveiðieftirlitið úr høvuðsstaðnum til Suðuroyar?
Svar:
Ongin viðgerð er farin fram um ætlanir at flyta Fiskiveiðieftirlitið til Suðuroyar ella til onnur øki í landinum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

