Svar uppá fyrispurning

1 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á fyrispurning eftir Tingskipanini §52a.

Fyrispurningur um staðanøvn, settur Helenu Dam á Neystabø, landsstýris¬kvinnu

Sjúrður Skaale, løgtingsmaður

1) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum, um arbeitt verður við at løggilda ein lista við føroyskum staðanøvnum?


2) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum, um hetta arbeiði fylgir tilmælunum í tí áliti, sum nevnd, sett av Landsverki at endurskoða bygdanøvnini á skeltunum, læt frá sær í 2007?


3) Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri Løgtinginum, nær hetta arbeiðið væntandi verður liðugt?

Ad. 1-3)
Tað var við fráboðan nr. 84, 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 100 frá 20. november 2008 givin landsstýrismanninum í mentamálum heimild at løggilda staðarnøvn.
Síðan staðarnøvn gjørdist mítt málsøki, havi eg mælt til at seta eina staðarnavnanevnd at varða av staðarnavnaspurningum, harundir løggilding av staðarnøvnum.
Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ein Staðarnavnanevnd væntandi verður sett í desember mánaði.


Staðarnavnanevndin fær sum uppgávu at løggilda føroysk staðarnøvn, og ein av uppgávum nevndarinnar verður at viðgera tilmælið, sum ein arbeiðsbólkur handaði Landsverki í 2007. Tá nýggja nevndin er sett, er møguligt at venda aftur til spurningin um, hvussu drúgt arbeiðið viðv. álitinum frá 2007 verður.


Vinarliga

Mentamálaráðið


Tove Askham