Fyrispurningur um prísir á trygdarskeiðum til sjófólk, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna spyr
Jákup Vestergaard, landsstýrismaður svarar
1. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, um Fiskimálaráðið tann 2. apríl í ár kom við eini tilsøgn um, at Fiskimálaráðið hevði valt eina loysn, har játtanin til Trygdarmiðstøðina varð avtikin yvir ávíst áramál?
Svar til spurning 1
Fiskimálaráðið gav 2. apríl 2009 Kappingarráðnum eina tilsøgn um so líðandi at tillaga prísin á trygdarskeiðum til marknaðarprísir, soleiðis at raksturin av Trygdarmiðstøðini hvíldi í sær sjálvum í 2012.
2. Er Fiskimálaráðið kunnað um, at Kappingarráðið 22. mai 2009 hevði gjørt av at gera tilsøgnina bindandi við tí broyting, at tillagingartíðin bleiv stytt til tann 1. august 2009?
Svar til spurning 2
Ja, Fiskimálaráðið varð kunnað um hetta 26. mai 2009.
3. Hvørji tiltøk hevur Fiskimálaráðið gjørt til tess at ganga hesi avgerð hjá Kappingarráðnum á møti?
Svar til spurning 3
Fiskimálaráðið hevur 9. juli 2009 boðað Kappingarráðnum frá, at trygdarskeið verða skipað í serlóg, soleiðis at trygdarskeið kunnu bjóðast út fyri ein prís, sum er lægri enn kostnaðurin av at veita trygdarskeið.
4. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er eitt hugskot at lata skeiðspeningin fylgja næminginum, so næmingarnir sjálvir gera av, hvar teir fara á skeið?
Svar til spurning 4
Nei.
5. Metir landsstýrismaðurin, at Fiskimálaráðið eigur at fylgja úrskurðinum hjá Kappingarráðnum?
Svar til spurning 5
Tað er ikki neyðugt at fylgja úrskurðinum hjá Kappingarráðnum, um økið verður skipað í serlóg.
6. Metir landsstýrismaðurin, at játtanarkarmurin til Trygdarmiðstøðina í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010, sum tilsamans er 10,5 mió. kr., er í samsvari við avgerðina hjá Kappingareftirlitinum 22. mai 2009?
Svar til spurning 6
Víst verður til svarið til spurning 5.
7. Metir landsstýrismaðurin, at nevnda uppskot til játtan fyri 2010 er í samsvari við ta tilsøgn, Fiskimálaráðið gav Kappingarráðnum tann 2. apríl 2009?
Svar til spurning 7
Tá Kappingarráðið ikki kundi ganga tilsøgnini frá Fiskimálaráðnum á møti, um at tillaga prísirnar líðandi fram til 2012, var avrátt heldur at skipa økið í serlóg.
8. Metir landsstýrismaðurin, tað vera rætt, at man við játtan á fíggjarlógini kann gera av við privat vinnurekandi virksemi?
Svar til spurning 8
Øki, sum hava serligan týdning fyri samfelagið, verða ofta skipað í serlóg. Tað verður mett, at tað ikki kann latast upp í hendurnar á privatum fyritøkum, at sjófólk hava nøktandi útbúgving innan trygd á sjónum.
9. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær tankar um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar tað kann fáa fyri landskassan, um avgerðin hjá Kappingarráðnum í hesum máli ikki verður gingin á møti, og kærarin fer víðari við málinum?
Svar til spurning 9
Sum sagt, so er ætlanin at skipa økið við serlóg. Verður økið ikki skipað við serlóg, so verður avgerðin hjá Kappingarráðnum gingin á møti. Mett verður tí ikki, at tað fær nakrar avleiðingar, at kærarin fer víðari við málinum.
10. Er landsstýrismaðurin kunnugur við, um nakað endurgjaldskrav er reist móti Fiskimálaráðnum?
Svar til spurning 10
Endurgjaldskrav er reist móti Fiskimálaráðnum.

