Svar uppá fyrispurning

20 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 59/2013 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo

Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni um manglandi eftirlit við Eik Grunninum

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvat fer løgmaður at gera, fyri at tryggja, at øll viðurskifti í samband við Eik Grunnin verða kannað?

2. Heldur løgmaður, at tað er møguligt at hava eitt trygt eftirlit við grunnum, um neyðug fíggjarorka ikki verður sett av, tá eftirlitsmyndugleikin vísir á, at tørvur er á at gera kanningar?

3. Fer løgmaður at taka stig til at fáa sett neyðuga peningin av til at fáa gjørt kanningina av Eik Grunninum lidna?

4. Hevur løgmaður verið vitandi um, at málið skjótt fór at verða fyrnað, og at tað tí var neyðugt at arbeiða skjótt og at seta neyðugu fíggjarorkuna av, um málið skuldi kunna reisast í rættinum?

5. Fer nøkur kanning at verða gjørd av, hvørt Skráseting Føroya hevði neyvt og rætt eftirlit við Eik Grunninum, áðrenn gamli Eik Banki fór á húsagang?

6. Metir løgmaður, at landsstýrið og samgongan higartil hava røkt sína skyldu, tá umræður at fáa framt neyðuga eftirlitið - samsvarandi lóg um vinnurekandi grunnar - tá umræður eftirlit við Eik Grunninum?

Viðmerkingar

Ábyrgdin av, at hava eftirlit við vinnurekandi grunnum í Føroyum er hjá Skráseting Føroya. Fyri at tryggja, at hetta eftirlit riggar til fullnar, er alneyðugt, at stovnurin fær møguleika at gera tær kanningar og at fremja tey eftirlit, ið tørvur er á. So hevur ikki verið í samband við Eik Grunnin.

Hetta ger seg enntá galdandi hóast ovasti leiðari landsins, løgmaður, alment hevur fráboðað, at “hvør steinur skal vendast” í málinum um Eik Grunnin.

Tað er alneyðugt, at vit øll kunnu hava fult álit á tí eftirliti, ið er við grunnum í Føroyum. So verður ikki, um eftirlitið ikki fær neyðugu fíggjarorkuna at røkja sína uppgávu.

Uttan mun til um málið nú er fyrnað ella ikki, so hevur tað avgerandi týdning fyri Føroyar sum rættarsamfelag og rættarkensluna, at kanningararbeiðið hjá Skráseting Føroya verður gjørt liðugt. Skráseting Føroya hevur víst á fleiri viðurskifti, ið eiga at verða nágreinað og lýst nærri, men at neyðuga fíggingin til at gera hetta liðugt, ikki er tøk. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi.

Hóast vit ikki fáa broytt fortíðina, so kunnu vit læra av hesi. Tað er tí neyðugt at fáa staðfest til fullnar, hvat fór fram í Eik Grunninum, og eisini um eftirlitið við hesum grunni var nøktandi. Fáa vit ikki staðfest hvat fór fram, er meira sannlíkt at líknandi støður fara at endurtaka seg í framtíðini.

Tað má ikki henda.

Á Løgtingi, 2. mai 2014

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Svar frá løgmanni:

Landsstýrið hevur á tingfundi 9. mai 2014 lagt fram uppskot til samtyktar um at seta nevnd sbrt. stýrisskipanarlógini § 19 at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik Grunninum og eftirlitinum við Grunninum í tíðarskeiðinum 2002-2010.

Høvuðsmálið við hesum nevndararbeiði verður at fáa til vega neyðugar upplýsingar, soleiðis at stig kunnu verða tikin til, at vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av hesum málinum.

Skotið er upp at agamáls- og revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum verða ikki kannað. Orsøkin er, at av tí at so long tíð er fráliðin, er tað nú í stóran mun ikki gjørligt at gera kanningar í teim formum og við teirri rættartrygd, sum slíkar kanningar krevja.

Sum málið nú er upplýst, er tað eftir mínum tykki onki sum bendir á, at landsstýrið í hesum máli ikki hevur røkt sínar skyldur.

Løgmansskrivstovan, 15. mai 2014

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður