Svar uppá fyrispurning

26 August 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svarið vísir m.a., at Jørgen tekur undir við Løgmanni í, at økja hall landsins í 2013 við 150 mió. kr., og at økja skuldina samsvarandi – alt fyri at keypa sær atkvøður frá andstøðutinglimum fyri at fremja eina privata undirsjóvarloysn til Eysturoynna. Ein loysn, ið sambært metingum frá Landsverki kemur at kosta føroyingum upp í 3 mia. kr. meira enn ein almenn loysn.

Afturat hesum vísir Jørgen í svarinum á, at fram til 2024 ætlar samgongan at seta av tað, ið svarar til ein hálvan Sandoyartunnil (íroknað tær 150 mió. kr.). Stendur tað til samgonguna verður sostatt ongin Sandoyartunnil komandi 10 árini - hvørki við ella uttan teimum 150 mió. kr.

Eisini vísir svarið, at samgongan ikki ætlar at seta pening av til íbindingarvegir til privata Eysturoyartunnilin. Hetta hóast Landsverk hevur víst á og gjørt metingar, ið vísa, at munandi útbyggingar skulu gerast í vegakervið báðu megin – útreiðslur, ið helst koma uppum hálva mia. kr., og útreiðslur, ið tað almenna skal rinda.

Vónandi megnar meirilutin á Løgtingi at steðga hesi óskiljandi ætlan hjá Landsstýrinum. Tað má ikki henda, einaferð enn, at ein minniluti í samgonguni ræður yvir einum meiriluta á Løgtingi.

svarið kann lesast her :