Svar uppá fyrispurning

19 November 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 16/2013 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristina Háfoss, løgtingsmanni, um andsøgn millum fyrisitingarlóg og noktandi innlit í CIP-sáttmála

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Er løgmaður samdur í niðurstøðuni hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, um als ikki at lata innlit í CIP-sáttmálan?

2. Um ja, hví?

3. Um nei, hvat fer løgmaður at gera fyri at geva almenninginum innlit í sáttmálan ?

Svar:

Til 1-2: Málið verður kannað í løtuni. Løgmaður er ikki vanligur yvirskipaður kærustovnur fyri avgerðini at nokta innliti, men hevur bert yvireftirlit við at viðkomandi stjórnarráð ikki fer útum settar karmar sbr. stýrisskipanarlógini §33 stk. 3. Sum kunnugt tók Løgmansskrivstovan málið upp sum §33 stk. 3 eftirlitsmál 16. september 2013 eftir áheitan frá borgarum, og hevur Fíggjarmálaráðið 1. november 2013 latið frá sær ummæli har grundgivið, og hildið verður fast við noktandi innlit. Hetta ummæli er sent borgarunum, sum ynsktu løgmanseftirlitsmál, til viðmerkingar. Tá ið viðmerkingarnar eru innkomnar verða tær latnar Fíggjarmálaráðnum til viðmerkingar, og eftir hetta fer løgmaður, møguliga eftir samráð við serfrøðingar í innlitslóggávu, at gera av um farið er útum lógásettar karmar.

Til 3: Vit hava ráðharrastýrið í Føroyum, og tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum ræður fyri málinum. Kemur nakað nýtt fram sbr. svarinum 1 og 2 ber til at heita á landsstýrismannin um at meta um málið av nýggjum.

Tinganes, 15. november 2013

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður