1. Er tað rætt, at Brian Mikkelsen á fundinum 19. august upplýsti fyri Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismanni, at Fíggjareftirlitið, orsakað av tí týðandi lutinum, sum hesin bankin hevði á
fastognarmarknaðinum í Danmark, hevði gjørt av at framskunda eina funktiónskanning av Eik Bank Danmark til at verða nú í heyst 2010?
2. Um hetta er so, hví sigur fíggjarmálaráðið og Jóannes Ejdesgaard so í tíðindaskrivinum beint
eftir fundin, at Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir
einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum?
3. Hvussu uppfataði landsstýrismaðurin kunningina um, at gjørt er av at framskunda eina kanning
av virkseminum hjá Eik Bank Danmark, sum hevði havt eina ovurstóra eksponering á
fastognarmarknaðinum?
Svar uppá spurningarnar 1-3
Á fundinum 19 august setti eg Brian Mikkelsen soljóðandi spurning:
“Vi har ikke hørt noget fra Økonomi- og Erhvervsministeriet, men grundet den dårlige presse, som Eik har fået, vil jeg gerne benytte lejligheden til at spørge direkte:
Har i kendskab til forhold, som det kunne være relevant for os, at være orienteret om. Både af formel og uformel karakter.”
Stórur dentur var lagdur á at greiða frá, at Fíggjaeftirlitið onga vitan hevði um trupulleikar í Eik, og at Finansiel Stabilitet á vári 2010 hevði givið ein stóran garanti til Eik.
Einki var nevnt um “fremrykket funktionsundersøgelse i Eik- Danmark” staðfesta bæði Ina Hammershaimb, Petur Alberg Lamhauge og eg sjálvur, ið luttóku á fundinum. Í størsta trúnaði kunnaði Ulrik Nødgård, stjóri í Fíggjareftirlitinum um, at Fíggjareftirlitið fór á vitjan hjá Eik í Tórshavn í september.
Sjálvt um tað ikki varð sagt, var greitt, at tíðspunktið allarhelst ikki var tilvildarligt. Generella statsveðhaldið endaði 1. oktober. Fíggjareftirlitið visti, at serliga Eik Danmark var eksponerað á fastognarmarknaðinum (hetta var eisini almenn vitan) Eisini vóru ivaspurningar í samband við Eik-grunnin.
Eftir at fundirnir tann 19. august vóru lidnir, varð fundur avtaluður við Finansiel Stabilitet A/S at verða dagin eftir. Endamáli við hesum fundum var at fáa betri kunning um støðuna hjá Eik
Hesin fundur gav onga ábending um, at Eik samtakið ikki vildi ríða stormin av.
Víst var m.a á at hálvársroknskapurin hevði styrkt støðuna hjá samtakinum.
Tað var alment kent, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi á fund við donsku myndugleikarnar. Á fundi í Fíggjarnevndini sama morgum, sum farið var til Danmarkar á fund, varð vístur stórur áhugi fyri fundinum við donsku mydugleikarnar.
Tá fundirnir høvdu verið, mátti støða takast til, hvat kundi sigast frá hesum fundum. Vit høvdu ikki fingið nakra ábendingar um álvarsligar trupulleikar í føroyska bankakervinum, heldur tvørturímóti. Støðan var batnandi, men vit høvdu tó ikki fingið nakra beinleiðs váttan um, at alt var í lagi.
Vit høvdu fingið at vita, at Fíggjareftirlitið kom á vitjan hjá Eik í september.
Vit kundu tí ikki siga, at alt var í lagi, men umráðandi var hinvegin ikki at siga nakað, ið kundi skapa órógv í føroyska bankakervinum. Tí valdu vit orðingina: “ at donsku myndugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum.”
Á fundi við Fíggjarligt Støðufesti var gjørt uppskot til “útmelding “ frá fundinum í samráð við Fíggjarligt Støðufesti. Útmeldingin var ongantíð send fjølmiðlunum, men eitt tíðindaskriv í staðin.
Henda var soljóðandi:
“Det finansielle område er dansk anliggende og underlagt tilsyn og regulering fra Finanstilsynet i Danmark på lige fod med danske pengeinstitutter.
FMR kan dog konstatere, at Eik har fået 9,1 mia. kr. i garanti fra den danske stat.
Denne garanti er blevet givet på grundlag af en vurdering af banken, som Finansiel Stabilitet A/S har foretaget.
Det er en forudsætning for at få en garanti fra Finansiel Stabilitet A/S, at pengeinstituttet opfylder lovgivningens krav, herunder kravene til solvens. Finansiel Stabilitet vurderer, hvilke krav, der skal stilles, for at det er forsvarligt at stille den pågældende garanti. De stillede vilkår skal medvirke til at sikre, at pengeinstituttet kan opfylde de garanterede forpligtelser, når garantiperioden udløber. Garantien gives på markedslignende vilkår.
FMR er som altid i løbende kontakt med de danske myndigheder, men involveres ikke i den almindelige tilsynsopgave. Der er aftaler om orientering af FMR i krise situationer.
På denne baggrund føler FMR pt. ikke noget behov for yderligere informationer om situationen i Eik.”
Fíggjarmálaráðið, tann 23. november 2010
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður

