Tygum hava í skrivi, dagfest 12. november 2013, sent kæru og áheitan til formansskapin um brot á tingskipanina í sambandi við, at lógaruppskot verða løgd fyri tingið, áðrenn hoyringsfreistin er úti, og at landsstýrismaðurin tískil ikki hevur havt møguleikan at tillaga uppskotið samsvarandi hoyringsskrivunum, eins og tingmenn við 1. viðgerð heldur ikki eru upplýstir til fulnar um málið.
Tygum vísa eisini á, at hetta er brot á tingskipanina § 37, stk. 3, har m.a. verður sagt, at upplýst skal vera, hvør er hoyrdur og hvørjar viðmerkingarnar hava verið, og heittu tygum á formansskapin um at biðja landsstýrismannin taka uppskotini aftur.
Formansskapurin hevur viðgjørt skriv tygara á fundum 26. november 2013 og 30. januar 2014.
Formansskapurin ásannar, at sambært tingskipanina, so eiga hoyringsskrivini at fylgja við málinum, tá tað verður framlagt, og at henda reglan í tingskipanini ikki er fylgd í hesum málum.
Eftir tingskipanini § 57, stk. 1, pkt. 1 skal formaðurin m.a. mæla tinginum til at vísa burtur mál, sum ikki eru í samsvari við tingskipanina.
Hetta er tó ikki gjørt í hesum føri, tí sambært viðmerkingunum til tingskipanina verður m.a. sagt:
”Um stk. 3 er at viðmerkja, at mótvegis stk. 1 og stk. 2, er hetta ikki ein bindandi áseting. Hetta er stevnumið, sum gott kann verða at halda seg til, tá ið viðmerkingarnar til uppskotið skulu verða skrivaðar, men føri kunnu verða, tá ið hetta er ov nógv at krevja.”
Formansskapurin hevur onga serliga heimild at biðja uppskotssetarar um at taka uppskot aftur, og varð tað tí ikki gjørt.
Formansskapurin ásannar samstundis, at tingskipanin eigur at verða vird, og at tað hevur týdning fyri viðgerðina í tinginum og lógargóðskuna, at allar upplýsingar í málum, sum verða løgd fyri tingið, eru tøkar.
Vegna formansskapin
Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

