Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu. Løgtingsmál nr. S-21/2013: Viðvíkjandi nýggjari miðnámsskúlaskipan.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær er ætlanin at eftirmeta nýggju miðnámsskúlaskipanina?
2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at sett ein fylgibólk at fylgja við í, hvussu nýggja skipanin virkar?
3. Í hvønn mun sæst, at talan er um eina føroyska miðnámsskúlaskipan?
4. Eru próvtøkuuppgávurnar í størri mun útlendskar nú enn áðrenn nýggju skipanina?
5. Um so er, hví er tað so?
6. Hvat hevði tað kostað - í mest møguligan mun - at gjørt okkara egnu próvtøkuuppgávur í mun til verandi kostnað?
7. Hvørjar avleiðingar í málførleikunum hjá komandi studentum fara at síggjast av, at danskt er komið inn sum fremmandamál?
8. Hvussu nógv er “reduktión” - rættitíðin minkað við nýggju skipanini?
9. Hvussu nógv eru skrivligar innlatingar minkaðar?
10. Eru ábendingar um, hvørjar avleiðingar tað fær, og um tað er skilagott at skera so nógv í skrivlingum innlatingum?
11. Í hvønn mun er frálæran í føroyskum skerd, og hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna hjá føroyskum á miðnámi?
Svar
Til 1: Tá fyrstu pisurnar eru floygdar eftir nýggju skipanini á sumri í 2016, er ætlanin at eftirmeta nýggju gymnasialu miðnámsskúlaskipanina. Ein djúptøkin eftirmeting kann neyvan gerast fyrr, tí tá fer at bera til at gera samanberandi fakligar metingar í mun til gomlu skipanina.
Til 2: Møguleikin at seta ein fylgibólk er umhugsaður, men er ikki settur í verk. Í Mentamálaráðnum verður dagliga fylgt við verksetingini og virkisgongdini. Ivamál verða dagliga viðgjørd og loyst. Tørvurin á einum fylgibólki er tí avmarkaður. Leggjast kann afturat, at lógarheimilað útbúgvingarráð fer at fáa høvi at gera yvirskipaðar útbúgvingarpolitiskar metingar av skipanini javnt og samt.
Til 3: Mest eyðsýniliga tekinið um, at talan er um eina føroyska skipan, er sjálvur bygnaðurin. Talan er ikki um sundurskildar ungdómsútbúgvingar sum í Danmark, t.d. STX, HHX, HTX, HF. Vit hava eina skipan, ta sonevndu breytaskipanina. Skipanin er lagað til eitt lítið samfelag, sum okkara er. Skipanin er eisini “føroysk” á tann hátt, at umleið 35 % av lærugreinunum eru felagslærugreinir tvørtur um breytirnar. Okkara skipan leggur eisini upp til nýggjar lærugreinasamansetingar. T.v.s., at pláss er fyri “føroyskum” kombinatiónum, sum ikki bera til í teimum sundurskildu skipanunum. Harumframt finnast fleiri “føroyskir” staklutir í skipanini, t.d. kravd samfelagsfrøði í fyrsta flokki fyri allar føroyskar studentar.
Til 4: Nei, próvtøkuuppgávurnar eru ikki í størri mun útlendskar. Í gomlu skipanini útvegaðu vit 20 sløg av donskum uppgávum. Í nýggju skipanini fara vit at útvega 15 sløg av donskum uppgávum. Lutfallið millum danskar og føroyskar uppgávur í gomlu skipanini var ávikavist 54% danskar og 46 % føroyskar. Í nýggju skipanini verður nevnda lutfall sambært umsitingini flutt tilsvarandi – tann føroyska vegin.
Til 5: Spurningur 5 er svaraður undir spurningi 4.
Til 6: Í løtuni meta vit okkum ikki at hava tøka manning at framleiða allar uppgávur í Føroyum. Trupulleikin er serliga eyðsýndur í teimum smáu skrivligu lærugreinunum. Har er ikki lætt at manna uppgávunevndir, sum kunnu virka í fleiri ár, tí stórt sæð allir undirvísarar í lærugreinini eisini vera noyddir at sita í uppgávunevndunum. Í onkrari lærugrein er tó møguligt at framleiða fleiri føroyskar uppgávur, og ætlanin er eisini at flyta okkum rætta vegin.
Ein leyslig meting sigur, at meirkostnaðurin hevði verðið áleið kr. 6 – 700 tús. um árið, um allar uppgávur vórðu gjørdar í Føroyum.
Til 7: Okkara næmingar hava føroykst sum móðirmál. Vanligt er í okkara grannalondum, at móðurmálið er kravd lærugrein eisini á miðnámi, soleiðis er eisini hjá okkum nú nýggj gymnasial miðnámsskúlaskipan er farin at virka. Føroyskt er kravd lærugrein og onnur mál eisini danskt eru vallærugreinar. Hetta gevur næmingum størri frælsi at velja onnur mál, eisini danskt ella okkurt heilt annað. Hetta var eisini eitt av endamálinum við nýggju skipanini.
Hvørjar avleiðingar í málførleikunum hjá komandi studentum fara at gerast, orsakað av, at danskt er komið inn sum fremmandamál, er kortini ilt at meta um longu nú, tí skipanin hevur enn ikki ár á baki.
Kortini er vert at nevna, at val av fremmandamáli í okkara grannalondum er, sum tikið verður til, “í fríum falli”. Talið av undirvísarum í fremmandamálum á universitetinum í Keypmannahavn er seinstu 10 árini fallið uml. 70 % í týskum og fronskum, uml. 60 % í italienskum og uml. 20 % í enskum og sponskum. Enskt sær út til at gerast “seinna móðurmál” hjá teimum ungu.
Tí er spurningurin hjá Gunvør Balle viðkomandi og vil eg virka fyri, at fylgt verður væl við gongdini. Tí málførleiki er týðandi táttur í miðnámsskúlaskipanini.
Til 8: Nøgdin av skrivligum avrikum verður í dag gjørd upp í næmingatíð. Næmingatíðin er tann tíð, næmingurin nýtir at skriva sínar innlatingar. Tá er tíðin at fyrireika seg til næsta tíma ikki tald við. Jólaroyndir, várroyndir eru heldur ikki taldar við. Næmingatíðin liggur upp móti 650 tímum tey trý árini. Rættitíðin er í løtuni 10% av næmingatíðini. Rættitíðin er minkað, tí næmingarnir skriva minni í nýggju skipanini. Munurin er trupul at gera upp, tí í gomlu skipanini stóð rættitíðin í beinleiðis lutfalli til uppgávutalið, meðan hon nú er ásett við næmingatíð.
Til 9: Spurningur 9 er svaraður í spurningi 8.
Til 10: Um lækkaða arbeiðsbyrðan í skrivligum í nýggju skipanini hevur ella fer at hava negativar avleiðingar, er ilt at siga. Meginreglan hevur verið, at tað hvørki skal vera truplari ella lættari hjá okkara næmingum at taka eitt studentsprógv enn hjá øðrum næmingum í ríkinum, t.v.s. okkara næmingar hava somu næmingatíð sum onnur. Fyri heilt nógvar næmingar er lækkingin skilagóð – tí teir høvdu ov nógvar skrivligar uppgávur í gomlu skipanini. Fyri aðrar næmingar var lækkingin ikki neyðug, men hesir hava í nýggju skipanin møguleika at velja sær fleiri lærugreinir á A-stigi, sum føra við sær meira skrivligt arbeiði.
Til 11: Í gomlu skipanini hevði lærugreinin føroyskt 12 pultstímar tey trý árini. 4 tímar fyrsta árið, 3 tímar næsta árið og 5 tímar triða árið. Lærugreinin hevur framvegis sama pultstímatal, og er undirvísingartíðin tískil ikki skerd.
Leggjast kann afturat, at undirvísingartíðin til móðurmál í Føroyum er 315 klokkutímar í 3 ár. Ísland nýtir 339 klokkutímar í 4 ár. Noreg nýtir 393 klokkutímar í 3 ár, men har eru tvey norsk mál. Svøríki nýtir 184 klokkutímar í 2 ár og Danmark nýtir 260 klokkutímar í 3 ár. Støðan hjá móðurmálinum á miðnámi hjá okkum liggur tí rímiliga væl samanborið við onnur Norðurlond, og er eisini rímilig í mun til samlaðu tímatalvuna hjá einum næmingi.
Vinarliga
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður
Svar upp á skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu. Løgtingsmál nr. S-20/2013: Viðvíkjandi donskum í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu hevur tilgongdin verið til at gera nýggjar námsætlanir í fakinum danskt í fólkaskúlanum?
2. Hvussu nógvir frálærutímar eru í føroyskum frá 1. til 9. flokk?
3. Hvussu nógvir frálærutímar eru í donskum frá 1. til 9. flokk?
4. Hvørji krøv verða sett til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í føroyskum?
5. Hvørji krøv verða sett til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í donskum?
6. Verða uppgávurnar til próvtøkurnar í donskum gjørdar í Føroyum ella keyptar úr Danmark?
Svar
Til 1: Í donskum eins og í øllum øðrum námsætlanum, har lærugreinir fata bæði um fólka- og miðnámsskúla, hevur ein arbeiðsbólkur mannaður við lærarum í fólka- og miðnámsskúlum gjørt uppskot til námsætlanina. Uppskotið var rættiliga umfatandi og stílaði høgt. Mentamálaráðið hevur tí gjørt nakrar tillagingar, tí sjálvt um danskt sambært heimastýrislógini skal lærast væl og virðiliga, so er danskt ikki okkara høvuðsmál og hevur ikki somu støðu viðvíkjandi undirvísingartímatali, sum amboð í øðrum lærugreinum og sum málmiðil í undirvísingartilfari. Uppskotið frá arbeiðsbólkinum umrøddi í lítlan mun eftirmeting og próvtøku, og tí er hesin parturin munandi broyttur í mun til upprunauppskotið.
Mett verður ikki, at lidnu námsætlanirnar eru so nógv broyttar, at lærararnir ikki kenna seg aftur í teimum. Rætt er, at neyðugar tillagingar og dagføringar eru gjørdar, síðan tey fyrstu uppskotini til námsætlanir vóru gjørd á vári og sumri 2009, men hetta er í mestan mun eftir ynski frá faklærarum og skúlaleiðslum.
Til 2: Undirvísingartímatalið í føroyskum frá 1. – 9. flokk er 64 tímar um vikuna tilsamans øll árini. Tímarnir eru býttir soleiðis á árgangirnar:
• 1. og 2. flokkur: 11 tímar um vikuna
• 3. flokkur: 9 tímar um vikuna
• 4., 5. og 6. flokkur: 6 tímar um vikuna
• 8. og 9. flokkur: 5 tímar um vikuna
Í 1., 2. og 3. flokki kunnu skúlarnir brúka ein av tímunum í føroyskum um vikuna til trivnaðarátøk í flokkinum.
Til 3: Danskt byrjar í triðja flokki, og er undirvísingartímatalið frá 3. – 9. flokk 27 tímar um vikuna tilsamans øll árini. Tímarnir eru býttir soleiðis á árgangirnar:
• 3. flokkur: 3 tímar um vikuna
• 5. – 9. flokkur: 4 tímar um vikuna
Til 4: Krøvini til próvtøkurnar eru samsvarandi fakligu førleikamálunum í námsætlanini í føroyskum. Skrivliga próvtøkan í føroyskum fevnir um málførleika, staviførleika og lesiførleika, sum varir 90 minuttir, og um framseting, sum varir 3,5 tímar.
Til 5: Krøvini til próvtøkurnar fylgja fakligu málunum í námsætlanini í donskum. Skrivliga próvtøkan í donskum fevnir um málførleika, staviførleika og lesiførleika, sum varir 90 minuttir, og um framseting, sum varir 3,5 tímar.
Til 6: Allar uppgávur til próvtøkur fólkaskúlans verða gjørdar í Føroyum, eisini uppgávurnar í donskum.
Vinarliga
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

