Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hví gjørdust lægstu boðini upp á Skúladepilin í Marknagili nærum 50% hægri enn metingin hjá Landsverki?
2. Verður møguligt at gera sparingar í verkætlanini samsvarandi við 155 mió. kr., uttan at hetta kemur at ganga út yvir eitt nú góðsku, snið og virksemið hjá skúladeplinum?
3. Um neyðugt, fer landsstýrismaðurin so at biðja Løgtingið um at økja játtanina til Skúladepilin í Marknagili?
4. Hví hevur fyrireikingin av verkætlanini tikið 4 ár?
5. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at verkætlanin ikki verður útskotin einaferð enn?
6. Fer landsstýrismaðurin at gera nakað fyri tryggja, at føroysk feløg og føroysk arbeiðsmegi verða nýtt í sambandi við byggingina av hesi nýskapandi verkætlan?
7. Nær verður farið í gongd við byggingina ?
Svar
Ad. 1: Landsverk er byggitekniskur ráðgevi hjá Mentamálaráðnum í samband við byggiverkætlanir.
Tí eru byggiteknisku svarini og svarini viðvíkjandi tilboðsprísi í mun til kostnaðarmetingarnar hjá byggiteknisku serfrøðini undan útboðnum, fingin til vega frá Landsverki.
Og sambært teimum, er ov tíðliga at svara nágreiniliga upp á spurning um, hví lægstu boðini gjørdust nærum 50 % hægri enn metingarnar, men arbeitt verður í løtuni við at gjøgnumganga øll tilboðini. Tó bendir nógv á, at byggifyritøkur hava lagt nógv upp fyri, serliga tá talan hevur verið um loysnir og tilfar, sum eru ókend í Føroyum. Dýrkandi partarnir í verkætlanini eru serliga fasadu-, stál- og betongloysnirnar. Somuleiðis stóðst stórur meirkostnaður í sambandi við innrætting o.a.
Somuleiðis er vert at leggja sær í geyma, at:
- Stórir og kappingarførir undirveitarar ikki hava luttikið í útbjóðingini
- Tað hava verið lutfalsliga fáir undirveitarar til tær somu arbeiðstøkurnar
- Veitararnir til tær serligu loysnirnar eru óroyndir í Føroyum, og at hetta hevur borið í sær stórt váðaískoyti
- Dýrar tryggingar og veitingar av bankatrygdum
Ad. 2: Landsverk arbeiðir í løtuni við at finna neyðugar sparingar, sum kunnu fremjast, uttan at hetta í ov stóran mun kemur at ganga út yvir góðsku, snið og virksemi. Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv kann sparast. Tó verður mett, at til ber at spara umleið 100 mió. kr.
Uppskotið um sparingar, sum Landsverk arbeiðir við í løtuni, er ikki lagt fyri Mentamálaráðið enn.
Ad. 3: Landsverk arbeiðir sum sagt við at finna neyðugar sparingar, og tá ið henda viðgerð er liðug, løgd fram fyri landsstýrismannin í mentamálum og viðgjørd í ráðnum, tekur landsstýrismaðurin støðu til, hvussu víðari skal farast fram.
Ad. 4: Sambært Landsverki hevur fyrireikingin av verkætlanini, t.e frá gerð av byggiskrá til høvuðsprosjektið er liðugt, tikið 3 ár. Hinvegin hevur útbjóðingin av sjálvum byggiarbeiðinum verið nógv seinkað, og til hetta eru fleiri orsøkir.
Tann 26. mai 2008 samtykti Løgtingið løgtingslóg um at byggja Skúladeplil í Tórshavn, ið skuldi fevna um Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Sambært viðmerkingunum til verklagslóg skuldi ein byggiskrá gerast í 2008, og síðani skuldi farast undir at prosjektera og hareftir at útinna sjálva verkætlanina.
Ætlanin var tá, at byggingin skuldi verða liðug í 2013.
Í 2008 varð ein bygginevnd sett, og farið varð undir at gera eina byggiskrá, sum skuldi lýsa ynskir og áseta krøv til bygningin. Byggiskráin var liðug í februar 2009. Síðani varð farið undir at bjóða ráðgeving út í sambandi við prosjektering. Tann 26. februar 2010 varð ráðgevarasáttmáli gjørdur við Team Fuglark um prosjektering av Skúladeplinum.
Høvuðsprosjektið var liðugt á sumri 2011, og klárt var at bjóða byggiarbeiðið út í september 2011.
Byggiarbeiðið varð tó ikki bjóðað út á heysti 2011, tí løgtingsval varð útskrivað í september 2011 til at verða hildið 29. oktober. Steðgurin við útbjóðingini varð gjørdur út frá politiskum ynski frá tásitandi landsstýriskvinnu.
Lýst varð til undangóðkenning av byggifyritøkum í Føroyum í desember 2011, og ætlanin var, at lisitatión skuldi verða í apríl 2012. Sum kunnugt var lisitatiónsdagurin fluttur til 28. august 2012. Hetta var gjørt, tí byggifyritøkurnar, sum vóru undangóðkendar, ynsktu longri fyrireikingartíð, eins og tær ynsktu ávísar broytingar og tillagingar av útbjóðingartilfarinum.
Leggjast kann afturat, at øll tilgongdin hevur verið merkt av, at talan er um eina sera stóra verkætlan eftir føroyskum mátistokki. Somuleiðis hevur tað verið ein drúgv og krevjandi tilgongd at fáa samansjóðað flest møgulig ynski og krøv, sum eru komin frá teimum nógvu pørtunum, ið ynskja ávirkan og at fáa lut í verkætlanini. Harafturat eru eftir politiskum ynskjum gjørdar umraðfestingar, ið hava havt seinkandi árin á tilgongdina.
Ad. 5: Sum nevnt omanfyri, arbeiðir Landsverk í løtuni við at gera tillagingar í verkætlanini, soleiðis at byggjast kann innanfyri verandi karmar. At skjóta verkætlanina longur út, fer í besta føri bert at gera verkætlanina enn dýrari. Tí verður ikki arbeitt við teirri loysnini yvirhøvur.
Ad. 6: Í undangóðkenningartilfarinum er ásett, at arbeiðið skal gerast av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum hjá Skráseting Føroya.
Landsstýrismaðurin er annars sannførdur um, at politiski myndugleikin alla tíðina eigur at leggja seg eftir at laga allar almennar byggiverkætlanir soleiðis, at til ber hjá føroyskum fyritøkum at verða við í kappingini.
Ad. 7: Sambært Landsverki verður miðað eftir at skriva sáttmálar í ár. Hetta er sjálvandi treytað av, at arbeiðið við at finna neyðugu sparingarnar gongur eftir ætlan.
Fyrispurningur við viðmerkingum kann lesast her
Vinarliga
Mentamálaráðið
Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

