Svar upp á fyrispurning um fyrisiitingina í tunnilsmálinum

3 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 5/2013 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm

Johannesen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um lógliga/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum (Skálafjarðartunnilin)

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Kann løgmaður vátta, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur skrivað undir

uppá at veita endurgjald á 1 mió. kr. til eitt privat útlendskt felag, um ikki

Løgtingið hevur samtykt eitt tingmál innan 31. august 2013 – og harvið víkja frá

vanligu loyvdu viðgerðartíðini sambært tingskipanini?

2. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fyrisitið lógliga,

um hann hevur bundið landskassan og skattgjaldaran til at gjalda endurgjald, um

ikki Løgtingið avgreiðir eitt tingmál við at víkja frá vanligu loyvdu viðgerðartíðini?

3. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fyrisitið lógliga,

og er tað í samsvari við lóg um ábyrgd landsstýrisins, tá hann leggur lógaruppskot

fyri tingið, har allar upplýsingar ikki eru lagdar við, og har upplýsingar verða

afturhildnar, tá tingið viðger málið?

4. Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært

lóg um ábyrgd landsstýrismanna?

Svar:

Til 1) Landsstýrismaðurin í innlendismálum og Copenhagen Infrastructure Partners K/S undirskrivaðu 2. mai 2013 eina “Aftale om processen for forhandling af betinget koncessionsaftale om undersøtunnel” við bilag A, CIP interessetilkendegivelse og gjørdu 27. juni 2013 eitt ískoyti til hesa avtalu, har tað, sum bilag 1 er hjálagt eitt uppskot til “koncessionsaftale”, bilag 2 eitt “udkast til lovforslag” og bilag 3 “Oplysninger, der offentliggøres som led i lovgivningsprocessen”.

Í ískoytinum 3.1 stendur at lesa: “Såfremt den som Bilag 1 vedhæftede koncessionsaftale ikke er tiltrådt af Landsstyret senest inden lørdag 31. august 2013, betaler Landsstyret en kompensation til CIP på DKK én (1) mio. Kompensationen forfalder senest den 5. september 2013.”

Til 2) Í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6. mai 2011 er í § 2 heimilað landsstýrismanninum at geva einkarrætt uppá Skálafjarðartunnilin undir neyvari ásettum treytum. Av § 2, stk. 5 skilst, at landsstýrismaðurin hevur heimild at halda fíggjarligar útreiðslur av fyrirreiking og gerð av sáttmálanum, og hevur landsstýrismaðurin í fíggjarløgtingslógini 2013, 107610- 5323 neyðugu fíggjarligu heimildirnar at halda slíkar útreiðslur, 6 mió. kr. Stk. 5 ásetur, at í avtaluni um endaligan einkarrætt skal tað treytast, at hesar útreiðslur skal einkarrættarhaldarin rinda landskassanum aftur. Sostatt er heimild at gera ískoytisavtaluna pkt. 3.1, men landsstýrismaðurin hevur skyldu at fáa upphæddina aftur frá tí, sum endaliga fær einkarrættin í endaligu koncessiónsavtaluni. Nevnda avtala er ikki ólóglig ella óvanlig og bindir ikki tingið at taka ávísa støðu í málinum.

Til 3) Í avtaluni er í 4.2. ásett, at “Parterne er forpligtede til at sikre fuld fortrolighed om processen (herunder om parternes identitet, de oplysninger, der er modtaget fra den anden part eller dets rådgivere (herunder CIPs interessetilkendegivelse) før eller efter underskrift af denne aftale, samt om indholdet af de forhandlinger og drøftelser, der pågår vedrørende den betingede koncessionsaftale) frem til nærværende aftales bortfald, hvad enten aftalen bortfalder som følge af, at der indgås betinget koncessionsaftale eller som følge af, at der ikke indgås betinget koncessionsaftale.” 4.3. sigur: “Fortrolighedsforpligtelsen efter punkt 4.2 forhindrer ikke CIP eller Landsstyret i at give sine rådgivere og eventuelle medinvestorer adgang til fortrolige oplysninger.”

Í ískoytisavtaluni 4.1 er ásett “Aftalens punkt 4.2-4.3 (fortrolighedsforpligtelse) finder anvendelse på indholdet af den færdigforhandlede koncessionsaftale med bilag (bilag 1). Offentliggørelse eller videregivelse heraf kan hverken ske generelt eller som led i lovgivningsprocessen. De oplysninger, der kan afgives i forbindelse med det lovforberedende arbejde, fremgår af bilag 3. Efter tunnelens ibrugtagning vil koncessionsaftalen være omfattet af de sædvanlige regler om offentlighed i forvaltningen som anført i koncessionsaftalen.”

Eg gangi sum løgmaður út frá, at landsstýrismaðurin, í samband við at hann hevur gjørt hesar trúnaðaravtalur, hevur tryggjað sær, at hann, í samband við atknýtta løgtingsmálið, heldur seg innan karmarnar av lógini um ábyrgd landsstýrismanna § 5, stk. 2 við ikki at tiga við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. Eisini gangi eg út frá, at hann hevur neyðugu heimildina í innlitislógini at undantaka upplýsingarnar frá almennum innliti. Eg vænti mær eina útgreining av hesum í tí frágreiðing, eg nú fari at fáa.

Til 4) Nei.

Tinganes, 2. september 2013

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður