Svar upp á fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Løgtingsmál nr. S-22/2013: Hví m.a. fyritíðarpensjónistar eru hildnar uttan fyri nýggju eftirlønarsamansparingina
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru grundgevingarnar fyri, hví ávísir bólkar av fólki ikki eru fevndir av nýggju eftirlønarsamansparingini?
2. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja hesum fólkum góð fíggjarviðurskifti, tá ið tey fara um fólkapensjónsaldur
Svar
1. Fyrst og fremst skal eg leggja dent á, at lógin um tvungna eftirlønaruppsparing er undir málsræði hjá Fíggjarmálaráðnum og hevur arbeiðið við at smíða lógina verið lagt til rættis hiðani.
Útgangstøðið má takast í arbeiðnum við og í sambandi pensjónsnýskipan, sum hevur verið á breddanum síðani 2009.
Arbeiðsbólkurin, sum skrivaði álitið «Pensjónsnýskipan 2009» legði dent á, at talan var um tveir høvuðsbólkar av fyritíðarpensjónistum. Tey, sum ongantíð hava havt arbeiði, og tey, sum seinni í arbeiðslívinum fáa fyritíðarpensjón orsakað av sjúku, óhappi og líknandi.
Talan var um eina arbeiðsmarknaðareftirløn, og metti arbeiðsbólkurin, at seinni bólkurin av fyritíðarpensjónistum eiga at spara upp til egna eftirløn, tí at fyritíðarpensjónin kom ístaðin fyri mista arbeiðsinntøku , sum arbeiðsbólkurin málber seg. Ætlanin var, at Almannamálaráðið skuldi taka stig til at gera reglur um, hvørjir fyritíðarpensjónistar skulu spara upp til egna eftirløn.
Úrslitið av arbeiðnum í politiska fylgibólkinum umboaðndi allar politiskar flókkar í tingið, varð lagt fyri løgtingið á várið 2011.
Í yvirlitinum yvir fíggjarligar avleiðingarnar av lógaruppskotinum varð upplýst, at lagt varð upp fyri pørtum av útreiðslunum til eftirløn, sum stava frá sjúkradagpeningi, barnsburðargjaldi og ávísum forsorgarveitingum.
Fyritíðarpensjón og aðrar veitingar vóru sum kunnugt undantiknar, og viðmerkingarnar í uppskotinum til lóg um tvungin eftirløn vísa á, at lógin um tvungna eftirlønar «er ein arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan og fevnir um persónar, ið eru á arbeiðsmarknaðinum».
Í sambandi við arbeiðið við seinna uppskotinum til lóg um tvungna eftirløn, varð ikki tikin endaliga støða til, í hvønn mun tað almenna ella borgaran sjálvur skuldu fíggja partin til tvungna eftirløn. Greitt er eisini frá hesum í viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 121/2012. Eftirlønarlógin er undir ábyrgd fjá Fíggjarmálaráðið og tí komi eg ikki nærri inn á tað í svarið.
2. Tá eg í várið 2013 setti ein arbeiðsbólk at gera uppskot til broytingar í pensjónslóggávuni, varð tað millum annað orsakað av, at neyðugt er at gera eina fíggjarliga haldføra pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina rímuliga inntøku, tá tey gerast pensjónistar, og sum tryggjar, at almennu myndugleikarnir kunnu veita borgarum hóskandi vælferðartænastur.
Arbeiðsbólkurin hevur gjørt uppskot til, hvussu samansetingin av fólkapensjónini kann broytast komandi 30 árini, og samstundis taka hædd fyri at tey, sum hava lítla ella onga uppsparing, eisini fáa sømulig fíggjarlig kor á sínum ellisárum.
Tilmælið vísir m.a. á, at mett verður, at lógin um tvungna uppsparing fer at merkja, at munandi færri vera, sum ikki hava spart upp til aldurdómin, og bøtir hetta um møguleikan at betra um fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum, sum ikki hava spart upp.
Ætlanin er í komandi árið at fáa breiða politiskan semju um nýggju pensjónsnýskipanin, sum millum annað tekur hædd fyri teimum sum onga uppspart pensjón hevur.
Almannamálaráðið, tann 27. desember 2013
Annika Olsen
landsstýriskvinna

