Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um hvørji fólk skulu hava bústað á nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum verður bygt í Havn, settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Verða tað tey fólkini, sum í dag búgva á Psykiatriska Deplinum, sum skulu fáa fast búpláss á nýggja sambýlinum í Havn?
Viðmerkingar
Í áratíggju hava vit sum samfelag ikki megnað at útvegað teimum sálarsjúku, sum eru fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum, egnan bústað. Hetta man vera ringa samvitskan hjá allari politisku skipanini. Tí var tað sera gleðiligt, tá ið samtykt varð at byggja sambýlið, sum var tilætlað júst hesum menniskjum.
Tí undrar tað ikki sørt, tá ið landsstýriskvinnan í almannamálum í miðlunum vísir á, at tað ikki er víst, at tey fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum fáa framíhjá rættindi til búpláss á sambýlinum, og opnar upp fyri, at onnur fólk møguliga kunnu fáa pláss.
Tá ið Løgtingið samtykti at byggja sambýli í Havn til fólk við sálarsjúku, var tað við tí í hyggju at útvega teimum fólkum, sum í áravís hava verið fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum eitt varandi heim.
Tey sálarsjkúku fólkini, sum búgva á Psykiatriska Deplinum, hava verið við sviðusoð í samfelagnum. Loksins tykist ætlanin at útvega hesum fólkum eitt bútilboð vera komin í fasta legu. Tí undrar tað stórliga, og man ikki kennast sørt ørkymlandi fyri tey fólk, tað rakar, tá ið landsstýriskvinnan nú í tólvta tíma setir spurnartekin við, hvør skal hava búplássini á sambýlinum.
Tí verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni at svara skrivliga fyri at fáa greiðu á, um trygd kann fáast fyri, um tey fastbúgvandi fólkini á Psykiatriska deplinum, nú endiliga fáa sítt egna heim- ella ikki.
Svar
Upptøka til sambýli Eystan Heyg er ásett í § 7 í kunngerð um skipan av sambýlum og er tað ein upptøkunevnd, sum er sett saman av umboðum fyri Almannaverkið og fyri Psykiatriska depilin, ið kemur at taka avgerð um, hvør fær búpláss á nýggja sambýlinum. Avgerðin verður tikin út frá eini samlaðari sosialpsykiatriskari fakligari meting, ið tekur atlit til tørvin, ynskini hjá tí einstaka, sjálvsavgerðarrættin og viðurskifti annars, sum skal tryggja, at búfólkini hóska saman. Eg skal í hesum sambandi vísa á, at tað sambært punkt 6 í byggiskránni frá mai 2011, sum bygginevndin, ið varð sett til at gera tilmæli um nýggja sambýlið, hevur tilevnað stendur, at fólkini, sum skulu búleikast í nýggja sambýlinum, búgva m.a. á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi.
Avgerðin um upptøku og visitatión er skipað í kunngerð og er upptøkan tískil uttanfyri politiska ávirkan.
Til kunningar skal sigast, at virksemið inni í sambýlinum er skipað við heimild í § 32 í forsorgarlógini og er heimildin til byggingina av sambýlinum at finna í serstakari løgtingslóg frá 2011 um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Sambýlið verður liðugt í juni 2014, tá ið búfólkini kunnu flyta inn.
Mær er upplýst, at í løtuni eru uml. 49 fólk við sálarligum avbjóðingum á bíðilista til bútilboð. Tað eru áleið 37 fólk, sum hava søkt búpláss á nýggja sambýlinum Eystan Heyg, ið kemur at hýsa 16 fólkum. Fyrsti upptøkufundur verður í hesi vikuni, og er tað, sum nevnt, upptøkunevndin, ið kemur at avgera, hvør fær búpláss í nýggja sambýlinum.
Eg taki fult undir við sjónarmiðinum hjá spyrjaranum um, at korini hjá teimum, sum eru liðugt viðgjørd og fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum ikki eru nøktandi. Tí vóni eg eisini, at nýggja sambýli kann veita teimum búpláss og eg vóni somuleiðis, at avtalan, sum eg havi gjørt við landsstýrismannin í heilsumálum um at fara undir eina tilgongd við at fáa tey, sum eru liðugtviðgjørd og fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum út av sjúkrahúsinum kann fremjast í verki, soleiðis at tey fáa sømiligari kor at búleikast undir tillagað teirra tørv.

