Skrivligur fyrispuriningur nr. 23/2013 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, viðv. endurmenning, settur Anniku Olsen, landsstýris¬kvinnu
1. Fer landsstýriskvinnan at virka fyri, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanes¬heiminum kann halda áfram í komandi ári?
2. Hvussu fer landsstýriskvinnan at tryggja heimabúgvandi borgarum gerandis¬rehabilitering og ambulanta rehabilitering?
Viðmerkingar
Boðanesheimið hevur havt verkætlan við samdøgursrehabilitering frá august 2013. Verkætlanin hevur roynst væl, og 15 fólk hava verið til samdøgursrehabilitering. Víst hevur verið á, at fólk aftaná eitt samdøgursrehabiliterandi uppihald eru væl fyri og í mongum førum hava styrkt sínar førleikar so mikið, at tey væl kunnu klára seg í egnum heimi, annaðhvørt við hjálp ella uttan. Mett verður, at rehabiliteringin sparir bæði landskassanum og tí einstaka borgaranum nógv, tí fólk fáa betri førleikar og lívsgóðsku, og harvið megna at vera í egnum heimi longri, enn um tey onga rehabilitering fingu. Tvørfakliga verkætlanin á Boðanesheiminum endar 20. desember og óvist er, um peningur er til at halda áfram komandi ár, hóast fólk standa á bíðilista at koma inn. Tí er spurningurin til landsstýriskvinnuna, um hon vil virka fyri, at hetta tilboð kann halda áfram.
Alneyðugt er eisini við rehabilitering til heimabúgvandi. Bæði sum ambulant tilboð, har fólk kunnu koma inn á eitt nú røktarheimini og fáa fakligt tilboð um endur¬menning har, ella heima við hús, har økisterapeuturin kann veita tænastuna. Hesar tænastur skulu viðvirka til at viðlíkahalda førleikar, sum fólk hava endurvant, somuleiðis sum tað er eitt heilsufremjandi tilboð til heimabúgvandi, sum kann styrkja og viðlíkahalda førleikar, og harvið fremja góða heilsu. Hesi tilboð eru sera óeins um landið. Nøkur øki bjóða tænastuna og onnur kanska skerda tænastu, meðan onnur næstan onga tænastu veita.
Fyri at fáa samanhang í endurmeningartilgongdina er neyðugt, at ambulanta og gerandisrehabiliteringin vera framd í forleingilsi av samdøgursrehabiliteringin - eins og umvent. Tí er áhugavert at vita, hvussu landsstýriskvinnan fer at tryggja eina samanhangandi rehabiliteringstilgongd fyri allar borgarar.
Á Løgtingi, 10. desember 2013
Sirið Stenberg
Svar
Spr. 1: Fer landsstýriskvinnan at virka fyri, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanes¬heiminum kann halda áfram í komandi ári?
Samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum er eitt gott tilboð, sum er tráð við tilmæli um eldrapolitikk, sum varð tilevnað í 2012. Tað er týdningarmikið, at borgarar, sum hava verið sjúkir, ella sum spakuliga hava mist førleikan, skjótt koma fyri seg og aftur megna gerandisdagin í heiminum. Endurmenningartilboðið á Boðanesheiminum er eitt tvørfakligt og miðvíst tilboð, sum hevur til endamáls at varðveita og økja sálarliga, kropsliga og sosiala førleika borgarans og eru royndirnar av verkætlanini sum skilst góðar.
Samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum er ein royndarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna sjálvstøðugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013. Sostatt er tað ikki Almannamálaráðið, sum hevur sett verkætlanina í gongd, og varð ráðið ikki kunnað um hesa verkætlan, fyrr enn eftir at hon varð sett í verk.
Boðanesheimið verður í fíggjarhøpi javnsett við hini røktarheimini í landinum og fær eina játtan, sum svarar til dagsprísin x tal av búfólki. Í 2014 eru harafturat settar 1,8 mió. kr. av til frontaldement, sum koma at búgva á serligari frontaldemensdeild á Boðanesheiminum.
Tá røktarheimið varð bygt, var tað í játtanini til heimið ikki lagt upp fyri, at virksemið á heiminum skuldi fevna um annað enn tað vanliga virksemi, t.e. játtan til føst búpláss. Tískil varð heldur ikki í rakstrinum fyri heimið lagt upp fyri eini meirjáttan til annað virksemi. Í reglugerðini fyri røktarheimið er ásett, at 12 av teimum 64 plássunum kunnu verða nýtt til umlættingarpláss og/ella samdøgursrehabilitering. Sostatt fær røktarheimið fulla játtan (vanligan dagsprís) fyri tey plássini, sum verða brúkt av borgarum, sum eru fevndir av endurmenningartilboðnum. Talan er um uml. 500.000 kr. um árið fyri hvørt plássið og útgangsstøði og meting Almannamálaráðsins er, at tað ber til at veita eina góða endurmenningartænastu fyri hesa játtan.
Áðrenn Almannaverkið sendir øllum stovnum undir eldrarøktini játtanarskriv, fer landsstýriskvinnan at kann nærri, um tørvur er á eini eyka játtan til Boðanesheimið, soleiðis at samdøgursrehabiliteringin kann halda áfram.
Sambært verkætlanarlýsing frá Tórshavnar kommunu um royndarverkætlanina, kostar verkætlanin 1,35 mió. kr., svarandi til 3 fulltíðarstørv. Talan hevur verið um 5 samdøgursrehabiliteringspláss og eru 5 búrúm innrættaði til endamálið. Røktarheimið fær fullan dagsprís fyri hesi 5 plássini, svarandi til uml. 2,5 mió. kr. Harafturat rindar borgarin 132 krónur um samdøgrið fyri tilboðið. Við støði í hesum metir Almannamálaráðið, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum kann halda fram í 2014.
2014 er eftir ætlan útleggingarár og gongst sum ætlað, so verður tað Tórshavnar kommuna, sum umsitur eldraøkið frá 1. januar 2015. Í hesum tíðarskeiðnum hevur kommunan góðar stundir at leggja økið til rættis, soleiðis at hon er til reiðar at taka við uppgávuni í 2015. Um kommunan metir tað verða neyðugt, ber til hjá kommununi at raðfesta fleiri pengar til endurmenning á Boðanesheiminum.
Spr. 2. Hvussu fer landsstýriskvinnan at tryggja heimabúgvandi borgarum gerandis-rehabilitering og ambulanta rehabilitering?
Fyrst skal eg vísa á, at tað longu í dag verður framt eitt umfevnandi endurmenningararbeiði á eldraøkinum. Niðanfyri er eitt yvirlit, sum vísir, hvørji tilboð verða veitt í ymsu økjunum, og hvussu nógvir borgarar fáa eitt rehabiliterandi tilboð í heiminum ella á stovni.
Afturat hesum, kann eg nevna, at 6,7 mió. kr. eru framhaldandi á fíggjarlógini til at skipa eina tvørfakliga endurmenningartænastu í Føroyum.
Játtanin til økisterapiina er partur av hesi játtan. Endamálið við økisterapiini, sum er ein 10 ára gomul skipan, er at stuðla undir og gera tað møguligt fyri borgaran at vera sum longst í egnum heimi. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við aðrar starvsbólkar, har øll í felag virka fyri at borgarin verður so sjálvbjargin sum gjørligt. Hetta verður gjørt við venjingum og vegleiðingum til borgara, avvarðandi og røktarstarvsfólk, hvussu førleikin verður betraður ella hildin við líka. Almannaverkið veitir bæði gerandisterapi heima hjá borganum og í tiltøkum á røktarheimum fyri heimabúgvandi borgarar.
Sum partur av játtanini til endurmenning, hevur Almannaverkið í komandi ári ætlan um at skipa hesi átøk:
• Sett verður á stovn ein skipan við fyribyrjgandi heimavitjanum – nevndir heimaráðgevarar – meinlík Heilræði hjá Tórshavnar kommunu.
• Økja talið av økisterapeutum fyri at styrkja um endurvenjing heima hjá borgarum og harvið styrkja heimatænastuna
• Raðfesta fíggjarliga, soleiðis at heimahjálp fáa betri stundir til at fremja gerandisrehabilitering í verki.
Umframt hetta fer Almannaverkið undir eina endurmenningartænastu í 2014 fyri at menna borgarar við likamligum breki. Tað vera í hesum sambandi væntandi 4 menningarterapeutar settir í starv í 2014.
Yvirlit yvir borgarar í teimum 6 økjunum fáa eina rehabiliterandi tænastu í 2013:
Øki 1 (Tórshavn):
Heilræði: 140 borgarar í 2012 (talið er størri í ár)
Lágargarður: 90 borgarar um vikuna
Heimatænastan: 15 borgarar
Boðanesheimið: Samdøgursrehabilitering fyri 15 borgarar í hálvt ár (Kapasiteurin er 30 pr. ár.)
Øki 2 (Vágar, Norstreymoy, Sundalagi):
Fyribyrgjandi venjingar: 120 borgarar (7000 venjingar tilsamans)
Samdøgursrehabilitering: 17 borgarar um samdøgrið
Venjingar í egnum heimi: 20 borgarar (2 venjingar um vikuna)
Venjingar fyri búfólki á stovnum: 40 borgarar (2 venjingar um vikuna)
Rehabilitering fyri yngri borgarar: 6 borgarar (2 venjingar pr. viku)
Øki 3 (Eysturoy):
Venjingar fyri Heimabúgvandi á Eysturoyar Røktarheimi: 15 borgarar (tilsamans 125 venjingar – heyst 2013)
Venjingar á Strondum: 42 borgarar (tilsamans 867 venjnigar)
Gøtubrá í Norðagøtu: 6 umlættingarpláss, sum verða brúkt til rehabilitering (uml. 20 borgarar í 2013)
Uml. 30 borgarar hava fingið gerandisrehabilitering í heiminum.
Økisterapeutarnir hava verið á heimavitjna hjá yvir 150 borgarum
Øki 4 (Norðoyggjar):
Uml. 1500 borgarar omanfyri 60 ár venja eina ferð um vikuna í venjingarhølunum hjá Økisterapeutunum allan veturin.
Venjingar í Ven og Virka: 41 borgarar (783 venjingar)
Grandisrehabilitering í heiminum: 18 borgarar
Samdøgursrehabiltering á Sambýlinum á Heygnum: 1 borgari
Venjingar á Sambýlinum á Bøgøtu og á Heygnum: ongi tøl, men øksiterapeutar venja eisini við búfólkum á hesum stovnum.
Øki 5 (Suðuroy):
Fyribyrgjandi venjingar: 4000 borgarar, har 70-80 borgarar fáa venjing 1-2 ferðir um vikuna
Samdøgursrehabilitering pr. ár: 12 borgarar
Venjing á dagtilhaldi á Hamragarði: 6 borgarar fáa venjing 5 dagar um vikuna
Øki 6 (Sandoy):
Fyribyrgjandi venjingar: 31 borgarar (1 venjing pr. viku)
Greandisrehabilitering: 6 borgarar (7 venjingar um vikuna)

