Svar frá løgmanni um framferðina hjá Jóhan Dahl mótvegis stjóranum á Skrásetingini

4 January 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Kaj Leo Johannesen hevur - fleiri dagar eftir at freistin fór - svarað fyrispurningi um framferðina hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni, mótvegis stjóranum á Skrásetingini, tá hann gav stjóranum ávaring fyri úttalilsir hjá starvsfólki um eitt mál, sum fór fram, áðrenn Jógvan Thomsen tók við sum stjóri.

Svarið er bert nakrar fáar reglur, har Kaj Leo Johannesen slær fast, at hann ger onki við framferðina hjá Jóhan Dahl – og vísir annars bert til grundgevingarnar hjá Jóhan Dahl sjálvum.

Løgmaður, sum hevur lógarásetta skyldu at tryggja, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt, hevur harvið blástemplað framferðina hjá Jóhan Dahl.

Hetta meti eg vera eina veruliga skandalu fyri rættartrygdina, talufrælsið og fullgóða fyrisiting í Føroyum. At ein løgmaður góðtekur valdsmisnýtslu hjá einum landsstýrismanni móti einum embætisfólki, ið hevur víst stórt dirvi og hevur umsitið fullgott og lógliga, er eitt uppaftur álvarsligari mál enn gerðin hjá landsstýrismanninum. Tí løgmaður hevur evstu ábyrgd av allari fyristingini.

Nú blakar løgmaður ábyrgdina frá sær og velur at verja sín egna floksfelaga – og harvið er hann dumpaður í fremstu ábyrgdini hjá einum løgmanni.

Hetta málið verður ikki slept, men fer at verða tikið upp aftur á Løgtingi, tá Løgtingið kemur saman aftur.

svarið kann lesast her

Høgni Hoydal