Summarskrá Unga Tjóðveldsins 2013

18 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á skránni eru gongutúrar, hugnakvøld og mangt annað gott til øll loysingaráhugað. Tiltøkini eru spjødd ymsastaðni runt um landið, so øll kunnu vera við. Øll eru vælkomin at taka lut, limir eins væl og ikki limir.

Summarskrá Unga Tjóðveldsins

21. juni: Kvøldseta á Slættaratindi.
Bussur fer av Farstøðini í Havn klokkan 19. Kostnaður er 30 kr.
Tilmelding til bussin fer fram við at ringja ella smsa á 286876 (Kári) ella 593949 (Turið).
Unn Patursson kemur at syngja, kvøtt verður, og vera ymsar røður at hoyra. Frukt, bollar, vatn o.a. verður at fáa.

11. juli: “Hví loysing?” við hugnakvøldi.
Tiltakið byrjar á Landsbókasavninum við loysing á skránni, og seinni á kvøldinum verður hugnakvøld við grill á Sandágerði. Á Landsbókasavninum klokkan 16 koma Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Regin Winther Poulsen, formaður Unga Tjóðveldsins, at greiða frá um fyrimunir við einum frælsum Føroyum. Hugnakvøldið á Sandágerði byrjar kl. 20.

14. juli: Fólkafundur á Køtlum á Borðoynni.

29. juli: Fólkafundur á Doktaragrund á Ólavsøku.

15. august: Grill og hugni á Gøtusandi. Tiltakið byrjar kl. 19:30

31. august-1. septembur: Hugni á Selatrað.
Fari verður um morgunin 31. august, og vera vit verandi í eina nátt. Á skránni vera nógvar stuttligar “team-building” venjingar.

6. septembur: Fólkafundur á Reynsmúlalág.



Meira kunning um einstøku tiltøkini koma á heimasíðuna www.ut.fo og á Facebook síðuna Unga Tjóðveldið, so hvørt sum tey nærkast. Broytingar kunnu koma fyri.

Við frælsiskvøðu
Unga Tjóðveldið