Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri mentanartiltakið og veitslu hin 14. september

5 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Høgni Mohr úr Havn er ein teirra, sum væl minnist tað, sum fór fram. Hann var 18 ára gamal, og var sjómaður um hetta mundi. Hann verður við á mentanartiltakinum fríggjakvøldið hin 14.september, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri. Hann fer at greiða frá tíðini, og fer at svara spurningum frá Høgna Hoydal.


Á mentanartiltakinum fara vit eisini at hoyra kórsang við sálmum og fosturlandssangum; umframt at hornblástur verður á skránni.


Søgan:
9.apríl 1940 varð Danmark hersett av Týsklandi og 12. apríl vórðu Føroyar hersettar av Bretlandi.
Føroyar kláraðu seg sjálvstøðugar, tey árini kríggið herjaði. Tá ið kríggið var av, vildi ein meiriluti í Løgtinginum ikki at farast skuldi undir aftur somu amtstøðu, sum tey mintust hana frá áðrenn krígnum.


Tí var farið undir samráðingar millum umboð fyri Løgtingið og donsku stjórnina um framtíðarstøðu Føroya. Endin við samráðingunum var ein fólkaatkvøða, sum skuldi haldast hin 14. september 1946.


Fólkaatkvøðan hevði tveir spurningar, og fólkið skuldi skriva x við annan av spurningunum:


I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?


II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?


Úrslitið varð, at ein meirilutin av føroyska fólkinum setti x við nr II.

67,5% av teimum, sum høvdu valrætt, møttu upp at atkvøða. 48,7% av hesum søgdu ja til loysing, meðan 47,2 % søgdu ja til stjórnaruppskotið.


At ein meiriluti segði ja til loysing, var beint øvugt av tí, sum myndugleikarnir væntaðu. Hetta fekk tí væl drúgvari eftirspæl, enn tað annars vildi fingið. Eftir at úrslitið varð kunngjørt fór ein meiriluti av Løgtinginum at fremja loysingina. Jákup í Jákupsstovu varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, tí hann stuðlaði meirilutanum, sum ynsktu loysing.
Men hin 23. september kunngjørdi amtmaður fyri Løgtinginum, at kongur hevði upployst tingið og útskrivað nýval.
27. september skuldi tingfundur vera aftur. Men Fólkaflokkurin møtti ikki eftir, at kongur hevði sent tingið heim. Jákup í Jákupsstovu møtti einsamallur.


Løgtingsvalið varð hildið 8. november 1946. Tá fekk gamli loysingarmeirilutin 8 tingmenn meðan gamla andstøðan fekk 12.


Síðani fóru nýggjar samráðingar fram millum nýggja løgtingsmeirilutan og donsku stjórnina. Nú gekk betur hjá teimum, sum vildu skúgva úrslitið av fólkaatkvøðuni til viks. Hesar samráðingar endaðu við, at heimastýrislógin kom í gildi 1. apríl 1948.


Sum mótmæli ímóti heimastýrislógini og mótmæli ímóti, at fólkaatkvøðan varð skúgvað til
Tjóðveldisflokkurin fekk tvey umboð valt á ting í 1950 og hevur síðani miðskeiðis í fimmtiárunum verið millum teir fýra størstu flokkarnar á løgtingið.

Vinarliga boðið frá luttøku
Mentanartiltakið 14.september byrjar kl. 18:30 í Læraraskúlanum, og eftir tað verður farið í veitslu í kantinuni. Kostnaður 300 kr fyri hvønn.


Fólk kunnu tekna seg við at flyta peningin beinleiðis inn á konto 9181- 174.525.7 viðmerkið tykkara navn og “14. septemberveitsla”


Eisini ber til at tekna seg við at senda sms boð til skrivara floksins á tlf 229946, ella við at senda teldupost til loysing@olivant.fo


Tit, sum boða frá luttøku við sms-boðum ella við telduposti rinda fyri veitsluna við dyrnar.

Avmarkað pláss, tí er neyðugt at melda til áðrenn 10. september.

Nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sær fram til eitt gott kvøld, og vónar at limir floksins taka væl undir við hesum.

Nevndin fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag