Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri limafundi

6 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri limafundi mikukvøldið 7. Mai í hølum Starvsmannafelagsins, har býráðslimir floksins, Jógvan Arge, Marin Katrina Frídal og Jákup Dam leggja fram um býráðspolitikk í høvuðsstaðarkommununi.

Høvið verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar og lagt verður eisini upp til kjak.

Verið hjartaliga vælkomin!

Nevndin