Stroymað verður frá flokstinginum leygardagin; flokstingið verður hildið í skótahúsinum við Løkin í Runavík
Flokstingið bleiv sett fríggjakvøldið kl. 19.00, tá Petur í Gong bjóðaði vælkomin, aðalstjórnarformaðurin staðfesti at flokkurin er klárur til val, og ætlar sær avgjørt í samgongu.
Lógarfesti parturin er á skránni fríggjakvøldið, m.a. roknskapur og innkomin uppskot.
Stroymingin byrjar leygardagin kl. 09.30 tá formansfrágreiðingini er á skránni, og síðan verður hildið fram allan leygardagin.
Skráin fyri leygardagin:
Leygardagin 11. apríl
08.30: Morgunmatur
09.30: Formansfrágreiðing
10.00: Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.30: Matarsteðgur
13.00: Nýggja heimasíðan løgd fram
13.15: Nýggjur bóklingur við stevnumiðum verður lagdur fram
13.30: Orðaskifti um partar av stevnumiðnum:
Frælsar Føroyar – frælst fólk
Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív
Somu rættandi – somu møguleikar ( valferð, trivnaður og økismenning)
Skapandi mentan og útbúgving
15.00 Kaffisteðgur
15.15 Unga Tjóðveldið
15.30 Orðaskifti um mál floksins og politisku støðuna
17.30 Yvirlýsing

