Nógv fólk úr vinnuni møttu: Útróðrarmenn, fiskimenn, reiðarar, sølufólk. Umframt kvinnur og menn við áhuga fyri fiskivinnuni og samfelagsbúskapinum.
Endamálið við fundinum var at fáa veruligt orðaskifti um framtíðar fiskivinnuna, og tað eydnaðist undir øllum umstøðum sera væl.
Á fundinum legði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fiskvinnupolitikkin hjá flokkinum, sum er samtyktur á flokstingi. Hann fór í gjøgnum støðuna í fiskivinnupolitikkinum og fiskivinnuni síðani fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar og gongdina, síðani lógin um vinnuligan fiskiskap varð samtykt í 1994.
Niðurstøða hansara var, at støðan hjá størsta parti av flotanum og hjá botnfiskastovnunum prógvar, at vit hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga hava megnað ein skilvísan fiskivinnupolitikk:
- Veiða og virði av toski og hýsu eru minkað ógvusliga seinastu 8 árini.
- Spekulasjón við fiskiloyvum hevur elvt til alt ov tunga rakstrarbyrðu.
- Landsstýrismenn býta nýggj loyvir og flyting av loyvum út við politiskari avgerð.
- Tey, sum veruliga dríva vinnu, noyðast at keypa fiskidagar og loyvir á privata marknaðinum frá teimum, ið ikki eru í vinnu.
- Vinnan skal á hvørjum ári liva í fullkomnum ótryggleika, tí løgtingið ásetur dagatal og treytir fyri hvørt einasta fiskifar – og stýrir soleiðis politiskt vinnuni í smálutir.
- Stríðið millum politisku avgerðirnar og fiskifrøðina elvir til, at føroyska vinnan ikki megnar at prógva mótvegis marknaðinum, at talan er um burðardygga veiði.
- Og hóast øll loyvi eru søgd upp at fara úr gildi í 2018, hevur ongin annar flokkur lagt fram eitt boð uppá, hvussu fiskivinnan skal skipast frameftir.
Høgni Hoydal legði síðani uppskotið hjá Tjóðveldinum fram um burðardygga fiskivinnu og tilfeingisbúð, har tað almenna bjóðar fiskirættindini til leigu í styttri tíðarskeið í senn, og har vinnan og flotin kunnu tillaga seg sjálv, uttan politiska uppíblanding.
Hetta elvdi til sera lívligt kjak, atfinningar og eisini mangt skemtiligt spei.
Ongin ivi var um, at stór mótstøða er til uppskotið hjá Tjóðveldi. Men hetta gav so høvi at fáa beinleiðis atfinningar og orðaskifti fram. Og tey flestu vóru hóast ósemjurnar á einum máli um, at tað er gott, at ítøkilig uppskot verða løgd fram. Tí so leingi ongin veit, hvør ætlanin er fram móti 2018, fer tað bara at elva til ótryggleika og uppaftur størri trupulleikar í fiskivinnuni.
Tjóðveldi

