Trý kend andlit á listanum í Norðuroyggjum

6 August 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan
Tjóðveldi í Norðuroyggjum stillar trý fólk upp til løgtingsvalið 1. september

[caption id="attachment_5633" align="alignright" width="222"] Livar Nysted, Óluva Klettskarð og Jóhann Lützen stilla upp til løgtingsval fyri Tjóðveldi í Norðuroyggjum[/caption]

Tey eru havrógvarin, listarmaðurin og bygdaráðslimurin Livar Nysted úr Hvannasundi, býráðslimurin, magistarin og fyrrverandi mentamálaráharri Óluva Klettskarð úr Haraldssundi, og samfelagsfrøðingurin og býráðslimurin Jóhann Lützen, úr Klaksvík.




Við hesum hevur Tjóðveldi brynjað seg til at vinna sessin aftur í Norðuroyggjum, sum flokkurin annars hevur haft síðani 1954 við Jóhan Simonsen, Finnboga Ísaksyni og Heini O Heinesen á odda.





Talan er um trý kend andlit. Livar Nysted, havrógvari, listarmaður og bygdaráðslimur úr Hvannasundi. Livar hevur javnan verið at hoyrt og sæð í miðlunum og hevur havt nógvar vælvitjaðar og áhugaverdar fyrilestrar um sínar mongu ferðir.

Óluva Klettskarð, ið er fyrrverandi landsstýriskvinna, undirvísir í søgu og føroyskum á Klaksvíkar HF-skeiði og á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Hon er forkvinna í havna og vinnunevndini í Klaksvíkar býráð, næstforkvinna í fíggjarnevndini og limur í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir.

Jóhann Lützen er útbúgvin samfelagsfrøðingur og undirvísir á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hann er formaður í trivnaðarnevndini fyri børn og ung og næstformaður í teknisku nevnd og mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð. Harafturat er hann limur í umhvørvis- og býarskipanarnevndini.

Við hesum hevur Tjóðveldi brynjað seg til at vinna sessin aftur í Norðuroyggjum, sum flokkurin annars hevur haft síðani 1954 við Jóhan Simonsen, Finnboga Ísaksyni og Heini O Heinesen á odda.