Sterkur listi í Norðuroyggjum

6 August 2015
Skrivað hevur
John Dalsgarð

Tjóðveldi í Norðuroyggjum stillar trý fólk upp til løgtingsvalið 1. september

Listin sær soleiðis út:

Livar Nysted bygdaráðslimur í Hvannasundi

Óluva Klettskarð býráðslimur í Haraldssundi

Jóhann Lützen býráðslimur í Klaksvík


Talan er um trý kend andlit. Livar, sum júst hevur róð baldrutan túr úr Orknoyggjum til Føroya, hevur javnan verið at hoyrt og sæð í miðlunum og hevur havt nógvar vælvitjaðar fyrilestrar um sínar mongu ferðir.


Óluva Klettskarð, ið er fyrrverandi landsstýriskvinna, undirvísir í søgu og



Tey eru havrógvarin, listarmaðurin og bygdaráðslimurin Livar Nysted úr Hvannasundi, býráðslimurin, magistarin og fyrrverandi mentamálaráharri Óluva Klettskarð úr Haraldssundi, og samfelagsfrøðingurin og býráðslimurin Jóhann Lutzen, úr Klaksvík.


Við hesum hevur Tjóðveldi brynjað seg til at vinna sessin aftur í Norðuroyggjum, sum flokkurin annars hevur haft síðani 1954 við Jóhan Simonsen, Finnboga Ísaksyni og Heini O Heinesen á odda.