1. Hvussu nógvar serundirvísingartímar hava fólkaskúlarnir søkt um til skúlaárið 2012/2013
2. Hvussu nógvir tímar eru játtaðir til serundirvísing í fólkaskúlunum skúlaárið 2012/2013
3. Í hvørjum økjum í landinum hevur Mentamálaráðið serskúlatilboð ella serstovur í fólkaskúlunum.
4. Hvør hevur ábyrgdina av at skipa skúlatilboð til børn við serligum tørvi í fólkaskúlunum.
Viðmerkingar
Senastu árini eru førleikarnir at hjálpa og greina skúlabørn við trupulleikum við innlæringini nógv mentir. Sernám hevur sett á stovn eindir kring landið, og serlærarar á fleiri økjum eru útbúnir til at taka sær av hesi stóru avbjóðing. Avbjóðingin er tí ikki at finna børnini, men at fáa ta nøktandi hjálpina.
Hugtøk sum fólkaskúlin fyri øll og inklusión eru nógv frammi. Fólkaskúlin hevur við tíðini eisini fingið álagt størri og fjølbroyttari uppgávur svarandi til samfelagsligu broytingarnar í tíðini. Tíverri hevur játtan ikki altíð fylgt við, og vit hoyra meira og meira um, at lærarar eru ørkymlaðir av støðuni, og um børn, sum ikki fáa nøktandi tímatal í mun til aktuella tørvin.
At lesa og skriva eru so grundleggjandi førleikar, sum vit eiga at tryggja øllum børnum. Hetta ávirkar lívsgóðskuna og er sjálv framtíðin hjá barninum.
Eisini børn, hvørs førleikar kanska ikki eru til bókligu lærugreinirnar, hava rætt til hóskandi skúlatilboð fyri at menna teir førleikar, teimum eru givnir. Hetta kann vera sera trupult úti um landið, og kenna familjur seg ofta ikki hava annan valmøguleika enn at flyta. Tað er tí av alstórum tydningi at fáa skipað skúlatilboð í økinum, har barnið býr.
Tilgongdin at læra at lesa og skriva er samansett og long. Ein stórur partur byggir á taluna hjá barninum. soleiðis skilt, at um talan er seinkað, er barnið í øktum vanda fyri lesitrupulleikum. Skipanin við TRAS er eitt gott amboð at greina børnini við tíðliga og er tíbetur implementerað í barnaansingini. Hóast hetta, er bíðitíð til taliundirvísing, og er taliundirvísingin als ikki raðfest nóg høgt havandi í huga, at hetta kann vera ein fortreyt fyri víðari læring. Jú fyrr barnið fær hjálp, jú betri útlit fyri góðum úrslitum í skúlanum.
Tað er ymiskt, hvussu tilboðini til skúlabørn við serligum tørvi eru kring landið. Í onkrum økjum eru serskúlatilboð, í øðrum onki. Hetta ger eisini, at tyngdin í skúlunum verður ymisk. Tí er sera ørkymlandi, um skúlabørn ikki fáa teir tímar, sum skúlarnir í samstarvi við Sernám hava søkt um. Hetta hevur sjálvsagt negativa ávirkan á barnið við serligum tørvi, men kemur eisini at ávirka heildina í skúlanum/flokkinum, har barnið gongur, so niðurstøðan kann vera at støðan er neilig fyri allar partar.
Á Løgtingi, 1. august 2012
Sirið Stenberg

