Spurningur um tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land

14 August 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Fer løgmaður at taka stig til, at gera eina ítøkiliga ætlan fyri heimtøku av ábyrgdini av teimum málsøkjum, sum í dag verða fyrisitin í Danmark, so øll málsøki verða fyrisitin í Føroyum t.d. innan 10 ár ?

2. Hvørji mál fer landsstýrið at heimtaka fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av í 2013, 2014 og 2015 ?

3. Tekur løgmaður undir við at seta í verk eina skiftisskipan tá umræður donsku ríkisveitingina, soleiðis at føroyski búskapurin miðvíst gerst leysur av donsku ríkisveitingini eftir ávísum áramáli t.d. innan 10 ár ?

4. Fer løgmaður at biðja donsku stjórnina um, at hækka ríkisveitingina, ella er henda ætlan slept ?

5. Hvørjar - fyri Føroyar týðandi - altjóða felagsskapir eru Føroyar avskornar frá í verandi ríkisrættarligu støðu í mun til, um vit virkaðu í einum ríkjafelagsskapi / frælsum felagsskapi, har Føroyar, Grønland og Danmark samstarvaðu sum sjálvstøðug lond ?

6. Fer løgmaður at taka stig til, at seta úr gildi lógina um uttanríkispolitiskar heimildir, ið sum kunnugt avmarkar møguleikarnar hjá Føroyum á altjóða pallinum ?

7. Tekur løgmaður undir við at stórur meiriluti er á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land ?

8. Fer løgmaður at taka stig til, at fáa semju millum flokkarnar á Løgtingi um heildarætlan fyri, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land ? Um so er, nær ?


Viðmerkingar
Løgmaður hevur boðað frá, at hann ynskir eina umskipan av verandi ríkisrættarligu støðu. Frá verandi ríkisfelagsskapi til ein ríkjafelagsskap, har londini samstarva sum sjálvstøðug lond í einum felagsskapi.
Eisini hevur løgmaður boðað frá, at hann væntar, at føroyskir myndugleikar – innan 10 ár - hava heimtikið ábyrgdina av øllum málsøkjum, sum í dag verða fyrisitin í Danmark, og at ríkisveitingin tá er burtur.


Hetta eru ómetaliga góð tíðindi. Tí hetta er sjálvandi rætti vegurin at fara. Ivist onga løtu í, at royndirnar, ið løgmaður hevur gjørt sær úti á Tinganesi seinastu árini, hava víst á greiðu vansarnar við verandi skipan og sólarkláru fyrimunirnir við einum felagsskapi millum sjálvstøðug lond.


Breiður meirluti er eisini á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og hóast allir tinglimir í Sambandsflokkinum ikki eru samdir við løgmanni, so eru tað fleiri av hansara floksfeløgum, ið taka undir við honum. Tí er nú søguligur møguleiki fyri, at fáa eina tjóðarsemju millum politisku flokkarnar um eina ætlan fyri skipan av Føroyum sum sjálvstøðugt land, og einum endurnýggjaðum samstarvi við Danmark.


Eydnast hetta, so hevur løgmaður lagt lunnar undir eitt av størstu framstigum í Føroya søgu. Eru hetta hinvegin bert orð uttan gerð, so standa vit framhaldandi í stað í verandi “hvørki-støðu”.


Fyri at fáa staðfest, um talan er um orð við ella uttan gerð, og fyri at fáa lýst hvat væntast kann av ítøkiligum politiskum stigum í hesum sera týðandi máli, verða hesir spurningar settir løgmanni.


Á Løgtingi, 13. august 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi