Rásin hevur í dag eitt skúla- og bútilboð til 7 næmingar. Skúlatilboðið er skipað yvir 3 ár. Hetta merkir, at teir næmingar, sum vera tiknir inn eru á skúlan ganga har í 3 ár, og ongin aðrir næmingar vera tiknir inn hetta tíðarskeið. Sostatt vera 7 næmingar tiknir inn 3 hvørt ár.
Víst hevur verið á, at hetta skúla-og bútilboð ikki er nøktar tørvin á økinum, og serliga tað, at tað einans byrja nyggir flokkar 3 hvørt ár, viðførir sera langa bíðitíð fyri mong.
Somuleiðis hevur verið víst á, at miðnámsskúlatilboð vænta til næmingar við serligum tørvi
Spurningurin er tí
1 : Nær kann ítøkiliga væntast at skúla-og bútilboðið verður víðkað til, at næmingar kunnu byrja á hvørjum ári ?
2: Eru nakrar ætlanir um skúla- og bútilboð til næmingar við serligum tørvi aðrastaðni í landinum ?
3: Veit landsstýrismaðurin at siga nakað um hvussu nógvir næmingar við serligum tørvi vænta skúlatilboð kring landið ?
4: Er ætlanin at bjóða eitt serligt miðnámsskúlatilboð til næmingar við serligum tørvi ?
5: Metir landsstýrismaðurin at skúlatilboðini hjá ungum við serligum tørvi liva upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum ?
27 apríl 2012, Sirið Stenberg, Tjóðveldi

