Spurningur um skatting av pensjónsinngjøldum

3 February 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

munnligur fyrispurningur um munandi minni inntøkur frá skatti av pensjónsinngjøldum enn mett

til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

1) Hvørjar eru orsøkirnar til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur mett skattainntøkurnar frá pensjónsinngjøldum í 2012 at verða 54% hægri enn framskrivaðu skattainntøkurnar frá pensjónsinngjøldum í januar geva landskassanum ?

2) Hví hevur landsstýrismaðurin roknað við árligum pensjónsinngjaldi á 550 mió. kr., tá framskrivaðu pensjónsinngjøldini í januar 2012 vísa árligt pensjónsinngjald á 336 mió. kr. til føroyskar skipanir og samlað fyri føroyskar og útlendskar skipanir 377 mió. kr. ?

3) Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur støðugt víst á, at alt hevur verið klárt - í januar 2012 - til at umsita nýggju lógina um skatting av pensjónsinngjøldum. Hví metir TAKS at vit helst skulu út í mars mánaða áðrenn eftirfarandi metingar kunnu gerast av eftirlønarskattinum ?

4) Kann væntast at Landsstýrið fær til vega nýggjar inntøkur ella skal hallið á fíggjarlógini fyri 2012 økjast – um so er, at inntøkurnar frá skatti av pensjónsinngjaldi verða 142,8 mió. kr. og harvið 77,2 mió. kr. lægri enn tær 220 mió. kr., ið roknað varð við í fíggjarlógini ?


Viðmerkingar

23. desember 2011 samtykti samgongan at seta í verk eina kollveltandi nýggja skatting av pensjónum hjá øllum føroyingum. Farið varð frá, at skatta pensjónir við útgjald til at skatta pensjónir við inngjaldi – hetta uttan at avleiðingarnar av hesum vórðu lýstar. Hóast ótalligar áheitanir um, at steðga á og nágreina málið, varð skipanin sett í gildi pr. 1. januar 2012.

Samgongan knýtti hesa pensjónsskatting saman við flatskattalættanum á 265 mió. kr. Valt varð, at síggja framskundaða pensjónsskattin sum fígging av flatskattalættanum. Hetta hóast víst hevur verið á aftur og aftur, at talan ikki er um nýggjar inntøkur – sum t.d. tilfeingsgjald ella brúkaragjøld – men bert at framskulda inntøkur, ið annars høvdu komið landskassanum til góðar seinni, tá pensjónin varð skattað við útgjaldi.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 eru skattainntøkur landsins minkaðar samsvarandi flatskattalættanum, og somuleiðis eru inntøkuførdar 220 mió. kr. í skatti av pensjónsinngjøldum í 2012.

Nú januar mánaði er lagdur afturum kann staðfestast, hvørjar inntøkur kunnu væntast av skatting av pensjónsinngjøldum í 2012.

Uppgerð frá TAKS vísir, at 31. januar 2012 vóru pensjónsinngjøldini 31,43 mió. kr., har av 3,35 mió. kr. fóru til útlendskar skipanir.

28,08 mió. kr. í pensjónsinngjøldum eru í januar fluttar til føroyskar eftirlønarskipanir. Skatturin av hesum er 11,23 mió. kr. Um so var, at pensjónsinngjøld, ið vórðu flutt av landinum, eisini vórðu skattað, hevði samlaða skattainntøkan av pensjónsinngjøldum verið 12,57 mió. kr.

Sambært lógini skulu bert inngjøld til føroyskar pensjónsskipanir skattast av inngjaldi 1. hálvárið 2011, meðan øll pensjónsinngjøld skulu skattast 2. hálvárið 2012.

Við grundarlagi í tølunum frá TAKS í januar, verða framskrivaðu inntøkur landskassans frá skatti av pensjónsinngjøldum 142,8 mió. kr. í 2012. Metingin frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevur verið og er tí eisini í fíggjarlógini fyri árið 220 mió. kr. Metingin frá landsstýrismanninum er sostatt 54% hægri enn framskrivaðu tølini frá januar.

Hesin stóri munur er hóast mett verður, at lønargjaldingarnar júst í januar eru størri enn ”vanligt” og at nógv bendir á, at fleiri lønargjaldingar – og tí helst eisini pensjónsinngjaldingar – ið skuldu verið útgoldnar í desember 2011, vórðu útsettar til januar 2012.

Spurningur kann tí setast við, hvørt Løgtingið hevur fingið rættar metingar viðvíkjandi skattainntøkum frá pensjónsinngjøldum – m.a. í lógini um pensjónsskatt og í fíggjarlógini. Um metingarnar hinvegin eru rærttar og munurin millum meting og staðfestu inntøkurnar í januar er so stórur, kann hetta geva ábendingar um trupulleikar við at umsita lógina.

Fyri at fáa lýst málið til fullnar verða settir hesir spurningar.

Á Løgtingi, 2. februar 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi