1. Hví er arbeiðið at stovna og umsita samlikontur til pensjónsinngjøld hjá øllum føroyskum løntakarum ikki útbjóðað ?
2. Hví er júst Suðuroyar Sparikassi valdur til at stovna og umsita samlikontur, ið øll pensjónsinngjøld í Føroyum verða flutt til og frá ?
3. Hvørjir aðrir veitarar í Føroyum kundu veitt somu tænastu ?
4. Hvør er kostnaðurin, ið verður rindaður Suðuroyar Sparikassa fyri hesa tænastu mánaðarliga og árliga ?
5. Hvør rindar henda kostnaðin ?
6. Hvussu leingi er avtalan við Suðuroyar Sparikassa galdandi ?
Viðmerkingar
Samgongan valdi at hækka pensjónsskattin og fara undir at skatta pensjónir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi 1. januar 2012.
Hetta hóast partarnir á arbeiðsmarknaðinum, serfrøðingar í Fíggjarmálaráðnum og sum heild nærum øll bóðu um, at avleiðingarnar vórðu nærri lýstar, og at málið varð greinað nærri og tikið upp í sambandi við arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan.
Støðan í dag er, at nógv ivamál og ógreið viðurskifti eru viðvíkjandi pensjónsviðurskiftum hjá føroyingum í og uttanfyri Føroyar, og kenna vit framhaldandi ikki allar avleiðingarnar av broytingini yvir tíð.
Tá umræður tekniska partin av fyrisitingini av nýggju lóggávuni, so eru allir partar ikki lidnir við at menna KT til nýggju lóggávuna. Tó kann TAKS taka 40% av øllum pensjónsinngjøldum við eini loysn, sum er gjørd í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa. Tí nú nýggja pensjónsskattingin er sett í verk, hevur TAKS gjørt avtalu við Suðuroyar Sparikassa um, at øll pensjónsinngjøld í Føroyum verða flutt á serstakar sokallaðar “samlikontur” í Suðuroyar Sparikassa, áðrenn hesi verða fluttar víðari til TAKS og onnur.
Talan er um flyting og umsiting av øllum pensjónsinngjøldum í Føroyum og er talan tí um eina stóra uppgávu, ið landið hevur latið privatari fyritøku at umsita.
Fyri at upplýsa málið verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 1. mars 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

