Skrivligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í menningarsamstarvsmálum, viðvíkjandi ætlanunum at minka um menningarhjálpina.
- Hvussu nógv lata Føroyar í menningarhjálp av BTI sammett við okkara grannalond, ES-londini og OECD-londini?
- Hvussu stóran part av BTI heldur landsstýrismaðurin í uttanríkis-og menningarhjálpsmálum at Føroyar eiga at lata í menningarhjálp?
- Heldur landsstýrismaðurin at Føroyar eiga at átaka sær lutfalsliga somu ábyrgd fyri menningarhjálp, sum lond vit fegin sammeta okkum við - til dømis sum Norra, Svøríki og Danmark?
- Hvørji samstørv og hvørjar verkætlanir innan menningarhjálp, sum Føroyar eru, hava verið og hava arbeitt við at gerast partur av, verða raktar av sparingunum í Uttanríkisráðnum?
- Hvør hevði avleiðingin verið fyri heimsins fátækastu, um øll onnur lond, sum lata menningarhjálp, høvdu valt at skorið hjálpina við einum triðingi?
- Metir landsstýrismaðurin at eitt land, sum ynskir at taka uttanríkispolitiska ábyrgd, hevur ráð at skerja menningarhjálpina við einum triðingi?
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og menningarhjálpsmálum hevur alment boðað frá, at menningarhjálpin skal minkast við einum triðingi, úr trimum niður í tvær milliónir krónur.
Føroyar lata sum er einans 300 000 árliga til neyðhjálp og 3 milliónir krónur árliga til menningarsamstarv. Menningarhjálp er partur av teirri altjóða ábyrgd eitthvørt framkomið land hevur. Sum skilst raka sparingarnar í Uttanríkisráðnum meint arbeiðið við menningarhjálp.
Í fíggjarlógini fyri 2010 stendur at: “Síðan avgjørt varð at raðfesta altjóða menningarsamstarv hevur verið virkað fyri at fyrireika og byggja økið upp. Føroyar samstarva í løtuni m.a. við sjálvbodnu hjálparfelagsskapirnar ABC-barnahjálp, Mercy Corps og ADRA eins og við World Food Programme undir Sameindu Tjóðum. Harumframt verður virka fyri at gagnnýta føroyska vitan, har tað ber til, og at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild.”
Tørvurin á menningarhjálp er ovurhonds stórur, og er ikki vorðin minni eftir at nakrar av størstu náttúruvanlukkum heimurin hevur sæð eru hendar seinastu árini. Jarðskálvtin á Haiti og vatnflóðin í Pakistan eru bert tvey av nógvum syrgiligum dømum. Limalondini í ST hava júst havt toppfund, har leiðarar frá fleiri enn 140 londum kring um í heiminum hava kjakast um, og gjørt avtalur um átøk fyri at basa hungursneyð og fátækradømi, sum herjar kring um í heiminum. ST-londini hava bundið seg til at stríðast fyri at basa hungri og fátækradømi. Ávegismálið er, at í 2015 skal talið av teimum, sum svølta og liva undir fátækramarkinum vera komið niður í eina helvt. Amerikanski forsetin Barack Obama vísti á toppfundinum á, at uppgávan at útrudda fátækradømi eigur at vera fremsta uttanríkispolitiska raðfestingin.
Hóast glottar eru at hóma, so liva framvegis ein milliard menniskju undir hungursmarkinum. Fleiri hundrað milliónir børn fara svong til songar. Og árliga doyggja børn í túsundatali av banalum sjúkum orsaka av mat- og vatntroti. Men limalondini í ST trúgva framvegis uppá, at tað ber til at koma hungri og fátækradømi til lívs.
Fremsta treytin er tó, at stjórnirnar í hvørjum einasta av heimsins londum taka ábyrgd á seg.
Landsstýrismaðurin ætlar sum skilst at skerja menningarhjálpina við einum heilum triðingi - úr trimum niður í tvær milliónir krónur árliga. Av eini fíggjarlóg uppá 4,6 milliardir. Hetta hóast vit áttu at meira enn tíggjufaldað okkara menningarhjálp, fyri at verið á hædd við tey 0,7% av BTI, sum ST mælir heimsins londum at lata í menningarhjálp.
Í munnligum fyrispurningi, sum varð settur løgmanni 1. september, kom greitt fram, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og menningarsamstarvsmálum hevur fullan stuðul frá løgmanni at fremja ætlaðu sparingarnar. At skerja veitingarnar og niðurraðfesta arbeiðið við menningarhjálp sendir signal út í heim um hvar Føroyar eru í mun til at taka altjóða ábyrgd. Valdu allar heimsins stjórnir at skera ein triðing av menningarhjálpini burtur, er lítil ivi um, at talið á teimum, sum líða neyð og liva undir fátækramarkinum fór at vaksa heldur enn at minka í framtíðini.
Á løgtingi 23. sept 2010
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

