1. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um eykajáttan frá Løgtinginum til Strandfaraskip Landsins (SSL), tá landsstýrismaðurin visti, at politisk undirtøka ikki var fyri teimum sparingum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini til SSL í fíggjarlógini fyri 2013?
2. Nær visti landsstýrismaðurin av, at undirtøka ikki var fyri sparingunum, ið vóru fyritreyt fyri játtanini í fíggjarlógini fyri 2013?
3. Eru somu sparingar, ið landsstýrismaðurin ikki hevði politiska undirtøku fyri í 2013, innroknaðar í fíggjarlógina fyri 2014?
4. Hevur SSL fráboðað Vinnumálaráðnum, at neyðugt var við umfatandi sparingum fyri at halda játtanina í fíggjarlógunum fyri 2013 og 2014?
5. Nær varð Vinnumálaráðið vitandi um, at játtanin til SSL í fíggjarlógini fyri 2013 ikki fór at halda?
6. Er tað rætt, at Vinnumálaráðið hevur givið starvsfólkum hjá SSL munnkurv viðvíkjandi avleiðingunum av tí játtan, ið var á fíggjarlógini, til eftir 3. viðgerð av fíggjarlógini á Løgtingi?
7. Hví hevur Vinnumálaráðið tikið týðandi part av upplýsingum frá SSL, um avleiðingar av játtanini í fíggjarlógini fyri 2014, burturúr tekstinum í fíggjarlógini fyri 2014?
8. Kann landsstýrismaðurin greina nærri, júst hvørjar upplýsingar, ið SSL hevur givið Vinnumálaráðnum í samband við fíggjarlógina fyri 2014, landsstýrismaðurin valdi ikki at taka við í fíggjarlógina fyri 2014?
9. Fer grannskoðanarfrágreiðingin, ið landsstýrismaðurin hevur umbiðið, bert at lýsa ársroknskapin hjá SSL, ella fer hon eisini at greina onnur viðurskifti?
10. Hví hevur landsstýrismaðurin valt at nýta privata grannskoðarafyritøku at kanna SSL, heldur enn at heita á landsgrannskoðanina?
Viðmerking
Ósamsvar er millum frágreiðing frá fíggjarleiðara hjá Strandfaraskip Landsins, og frágreiðingina frá landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um fíggjarligu støðuna hjá SSL, og kunning til Løgtingið í hesum sambandi.
Víst hevur verið á, at landsstýrismaðurin hevur afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum, í samband við viðgerð av fíggjarlógum landsins. Eisini hevur verið víst á, at Vinnumálaráðið hevur lagt trýst á starvsfólk á stovninum um, ikki at kunna um avleiðingarnar av játtanini á fíggjarlógini, fyrr enn eftir at Løgtingið hevur samtykt hesa við 3. viðgerð.
Nú árið 2013 er farið framvið er nógv sum bendir á, at játtanin hjá SSL ikki røkkur.Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann ikki hevði politiska undirtøku fyri teimum átøkum, ið vóru partar av fyritreytunum fyri fíggjarligu játtanini fyri 2013. Eitt nú hækking av ferðaseðlaprísum og minking av túratali. Hóast hetta, so hevur landsstýrismaðurin ikki biðið um samsvarandi eykajáttan í árinum.
Hetta hóast tað í játtanarlógini (løgtingslóg nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan) m.a. er ásett:
“§ 1. Eingin útreiðsla má verða goldin og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan.”
“§ 3. Fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins og vera grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum.”
Fyribils hevur avleiðingin verið, at stjórin á SSL er farin úr starvi. Landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið meta seg eftir øllum at døma ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli.
Men er tað so?
Munnligur spurningur varð settur landsstýrismanninum um málið í undanfarnu viku. Landsstýrismaðurin bað um heldur at fáa spurningin skrivliga. Fyri at fáa lýst málið, og leiklut landsstýrismansins í hesum, er spurningurin síðan útgreinaður og víðkaður, og verður hervið settur landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 7. februar 2014
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

