Spurningur um manglandi fígging av eldraøkinum

9 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um óskipaða og ósamanhangandi fígging av eldraøkinum

1. Hví vil landsstýrismaðurin ikki tryggja, at greiður samanhangur er millum tørv á eldra- og heimatænastum, og fíggingina, ið kommunurnar fáa?

2. Hvat heldur landsstýrismaðurin at endurgjald til kommunur fyri mistar inntøkur vegna borgarar í DIS, FAS o.l. skipanum, hevur at gera við útreiðslur til eldraøkið og heimatænastur?

3. Hvat heldur landsstýrismaðurin at forskattaðar pensjónir, ið bert hækka í eina tíð, fyri síðan ikki at hækka samsvarandi hækkingini í talinum av eldri, hevur við útreiðslur hjá kommunum til eldraøkið og heimatænastur at gera?

4. Hví fáa kommunurnar ikki endurgjald fyri tær mistu framtíðar pensjónsskattainntøkurnar (omanfyri 100 mió. kr. árliga), ið landsstýrið tók frá kommununum 1. januar 2012?

Viðmerkingar

Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Tað er als ikki nóg mikið, at fleiri ellis- og røktarheim eru bygd. Tí rakstrarjáttanin til eldraøkið er als ikki hækkað samsvarandi tørvinum. Neyðugar lønar- og prístalsframskrivingar eru ikki gjørdar á játtanum í fleiri ár, og ein røð av sparingum eru framdar. Tí mangla eitt nú fleiri náttarvaktir á røktarheimum, reingerð heima hjá eldri, heimarøktin manglar í stóran mun játtan, enn mangla nógv røktarheimspláss o.s.fr. Seinasta árini eru fleiri akuttar eykajáttanir latnar Løgtinginum, bara fyri at tryggja, at mest grundleggjandi partar av tænastuni ikki fóru fyri skeyti.

Heldur enn at loysa hesa avbjóðing rennur landsstýrið undan ábyrgdini, og blakar hesa á kommunurnar. Afturfyri at átaka sær ta ovurstóru ábyrgd og avbjóðing, sum eldraøkið er og verður, bjóðar landsstýrið kommununum eitt fíggjarligt klútateppi av inntøkum, ið ikki koma at økjast so hvørt kommurnar fáa fleiri útreiðslur á eldraøkinum, og sum samanlagt als ikki verða nóg mikið til at fíggja tær tænastur, ið eru neyðugar fyri at endurreisa alt eldraøkið og heimatænastuna nú og framyvir.

Eitt nú er endurgjald til kommunurnar í mun til talið av borgarum í FAS og DIS skipanini beinleiðis mótstríðandi við endamálið, ið er at fíggja eldraøkið. Tí so hvørt borgarar gerast pensjónistar, og harvið fara úr FAS og DIS skipanini, so missa kommunurnar endurgjaldið, ið skal nýtast at fíggja eldratænasturnar.

Eisini eru stór “hol” í fíggingini, tí eitt nú eru omanfyri 100 mió. kr. av sokallaðu fíggingini, framtíðar pensjónsskattainntøkur, ið kommunurnar áttu til 1. januar 2012, tá landsstýrið og samgongan tóku hesar frá kommununum, tí farið varð frá, at kommunurnar átttu 40-50% av pensjónsskattinum, til at landið tók 100% av forskattaðu pensjónunum.

Hartil er sera ymiskt hvat kommunurnar fáa av fígging, og er hetta ikki tengt at tí tørvi, ið tær skulu nøkta. Úrslitið kann gerast sera ymiskt tænastustøði kring landið, og nýggj brúkaragjøld og skattir hjá kommununum. Men samgongan tykist ikki at taka støðuna í álvara, tí samgongan hevur longu samtykt lóg, ið leggur eldraøkið og heimatænastur út til kommunurnar 1. januar, uttan at fíggingin er avtalað. Harvið hava landsstýrið og samgongan tikið alla samráðingarstøðuna frá kommununum, og kommunurnar verða sostatt so at siga tvungnar at taka av tí, ið landsstýrið leggur fyri tær.

Fyri at fáa lýsa hetta álvarsmál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 9. september 2014

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um manglandi fígging og nýggj brúkaragjøld á eldratænastum

1. Hví velur landsstýrismaðurin ikki at javnseta kommunurnar í mun til fígging av eldraøkinum, og hví fáa serliga Fámjins-, Tórshavnar- og Kvívíkar kommunur ikki ta fígging, ið samsvarar við álagdu útreiðslurnar?

2. Hví fylgir neyðuga fíggingin av eldraøkinum og heimatænastuni ikki við, nú ábyrgdin verður løgd á kommunurnar?

3. Hví mælir landsstýrismanninum kommunum til at nýta fígging, ið tær fáa frá landinum til at røkja eldraøkið og heimatænasturnar, til skattalættar?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at kommunurnar skulu áleggja nýggj brúkaragjøld á eldratænastur og heimatænastur?

Viðmerkingar

Framrokningar vísa, at vit fara úr 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, niður í færri enn 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist um fá ár.

Samstundis vísa framrokningar, at eldraútreiðslurnar fara at økjast munandi komandi árini – úr umleið 1,2 mia. kr. upp í 2,4 mia. kr.. Landsstýrið veit tí, at eldraøkið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Heldur enn at loysa hesa avbjóðing rennur landsstýrið undan ábyrgdini, og blakar hesa á kommunurnar.

Afturfyri at átaka sær ta ovurstóru ábyrgd og avbjóðing, sum eldraøkið er og verður, bjóðar landsstýrið kommununum eitt fíggjarligt klútateppi av inntøkum, ið ikki koma at økjast so hvørt kommurnar fáa fleiri útreiðslur á eldraøkinum, og sum samanlagt als ikki verða nóg mikið til at fíggja tær tænastur, ið eru neyðugar fyri at endurreisa alt eldraøkið og heimatænastuna nú og framyvir.

Hartil er sera ymiskt hvat kommunurnar fáa av fígging, og er hetta ikki tengt at tí tørvi, ið tær skulu nøkta. Tykist sum ein miðvís roynd frá landsstýrismansins síðu, at skapa spjaðing millum kommunurnar, so hesar standa enn veikari í samráðingini við landsstýrið.

Úrslitið av øllum hesum málinum verður, at sera ymiskt tænastustøði verður til okkara eldru og tey, ið hava tørv á heimatænastum kring landið. Hartil er sera sannlíkt at nýggj brúkaragjøld verða áløgd, vegna manglandi fígging.

Men samgongan tykist ikki at taka støðuna í álvara, tí samgongan hevur longu samtykt lóg, ið leggur eldraøkið og heimatænastur út til kommunurnar 1. januar, uttan at fíggingin er avtalað. Kommunurnar verða tí so at siga tvungnar at taka av tí, ið landsstýrið leggur fyri tær. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tykist tíverri als ikki at taka støðuna í álvara. Hóast tað landsstýrismaðurin bjóðar kommununum er ov lítið av fígging, hevur landsstýrismaðurin nýliga hartil alment skotið upp, at kommunurnar kunnu nýta ta fígging, ið tær fáa til eldraøkið og heimatænastur, til skattalættar. Harvið verður peningurin ikki tøkur til eldrarøkt og heimatænastu. Hetta reisir spurningin um, hvørt landsstýrismaðurin ætlar at áleggjast skulu stór brúkaragjøld á eldratænastur. Tað er sanniliga ikki at vóna. Tí tá vilja tað einaferð enn verða tey, ið ikki hava nógv at taka av, ið verða verri stillað. Hetta kann ikki góðtakast.

Fyri at fáa støðu landsstýrismansins til hetta álvarsmál nærri, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi 9. september 2014

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi