Skrivligur fyrispurningur til løgmann
1) Á hvønn hátt hevur landsstýrið farna árið virkað fyri, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?
2) Hvørji stig ætlar løgmaður at taka til tess at tryggja, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?
3) Hvussu metir løgmaður um útlitini fyri, at føroyingar sleppa at taka lut á Olympisku Leikunum í London í 2012 undir egnum flaggi?
Viðmerkingar:
Í november í fjør var í útvarpshøllini stórur fundur um úrvalsítrótt, sum eisini varð sendur í Kringvarpinum.
Landsstýrið var væl umboðað á fundinum: Bæði løgmaður, sum verji hjá ítróttinum, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sótu við pallborðið.
Á fundinum varð nógv tosað um limaskap í IOC, og boðskapurin frá landsstýrinum var eisini púra greiður: Bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í mentamálum hildu tað hava stóran týdning, at føroysk ítróttarfólk sleppa at taka lut undir egnum flaggi á olympisku leikunum, og bæði søgdu seg vilja gera tað, sum stóð í teirra makt til tess at málið skuldi røkkast.
Nú er eitt ár farið, og tí kundi verið áhugavert at frætt, hvussu langt hetta arbeiði er komið. Eitt ár eftir eina so greiða fráboðan frá hægsta myndugleika sum hana í november er lítil ivi um, at so nógv er hent í málinum, at vit kunnu fáa eina hylling á, um tað fer at røkka ella støkka.
Føroysk ítróttarfólk eiga eisini í góðari tíð at fáa tað greitt at vita um so er, at eingi útlit eru til at tey sleppa at umboða Føroyar, soleiðis at tey, um tey ynskja tað, fáa møguleikan at kanna, um tey kunnu umboða eina aðra tjóð í staðin.
Spurningurin verður bæði settur tí tað er eitt ár síðani greiðu fráboðan landsstýrisins, og tí at tað nú er vorðið enn greiðari, at Føroyar í 2012 hava stóran møguleika fyri ikki bara at vera við, men veruliga at gera seg galdandi í fremstu røð í onkrari ítróttargrein. Tað er eingin ivi um, at hetta, um rætt verður atborðið, kann fáa týdning fyri alt samfelagið. Og slíkan møguleika fær føroyska samfelagið ikki ofta.
Men tað styttist til Olymisku Leikirnir verða hildnir í London, og tí hastar tað at finna eina loysn.

