Munnligur fyrisp til Helenu Dam á Neystabø um langhyl í Vági
Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan við langhylinum í Vági?
Hvør skal fíggja íløguna?
Hvær skal fíggja raksturin?
Hvussu langt ætlar landsstýrið at íløgan / verkætlandin skal verða komin við árslok 2011?
viðmerkingar
Stigtakararnir av langhyli í Vági eru nú komnir so væl áleiðis, at teir hava lagt eina frágreiðing fyri løgtingslimir um ætlanina. Í frágreiðingini siga teir m.a., at tær kostnaðarmetingar, sum eru gjørdar av ætlanini liggja allar millum 11 og 13 mió. kr. Eisini upplýsa teir, at raksturin av 50 m. svimjihylinum verður ikki hildin av Landskassanum.
Tað, sum vanliga tyngir raksturin nógv í eini svmjihøll, eru útreiðslur at halda vatnið í hylinum heitt. Til hetta vísa stigtakararnir á tann gylta møguleika, sum er við avlopsorkuni á elverkinum hjá SEV í Vági. Sum er rennur kølivatnið frá motorunum út á sjógv, og mæla stigtakararnir til, at man í staðin nýtir heita kølivatnið frá motorunum til at hita upp høllina. Víst verður á, at avlopshitin frá elverkinum hjá SEV í Vági kann bæði hita upp sjálvan svimjihylin, høllina, umframt brúsur og vatn annars í høllini. Og frá SEV verður sagt, at teir vísa hesi verkætlan við einari Grønari Multihøll á Oyrunum í Vági stóran áhugað og er SEV jaligt um, at verkæltanin ókeypis kann brúka avlopshitan frá Vágsverkinum.
Samanlagt má sigast, at ein verkætlan, sum inniheldur so nógv virksemi sum Multihøllin á Oyrunum í Vági, er eitt projekt, sum skapar spennandi frítíðarvirksemi í einum øki, sum annars hevur trupulleikar av fólkafráflyting. Sæð í mun til onnur hugskot um iløgur, so er hetta ein íløga, sum við teimum upplýsingum, sum nú eru almennar, sum stendur væl í mát við útreiðslurnar.
Tí ynskir spyrjarin at fáa svar frá landsstýrinum uppá omanfyristandandi spurningar

