Spurningur um kringvarpsgjaldið

4 January 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Spurningur sambært § 52a í tingskipanini til landsstýriskvinnuna við mentamálum, Helenu Dam á Neystabø

1. Ásannar landsstýriskvinnan, at kringvarpsgjaldið í roynd og veru er ein obligatoriskur skattur?


2. Heldur landsstýriskvinnan, at hátturin at krevja inn kringvarpsgjaldið er sosialt rættvísur?


3. Dugir landsstýriskvinnan at síggja nakrar trupulleikar av, at løgfrøðiliga eindin, sum skal rinda kringvarpsgjald, er húski heldur enn persónar?


4. Heldur landsstýriskvinnan, at tað vera í samsvari við góðan lóggávusið at nøkur skulu rinda fult kringvarpsgjald, meðan onnur skulu rinda ein brotpart av einum kringvarpsgjaldi?

5. Dugir landsstýriskvinnan at síggja nakrar løgfrøðiligar trupulleikar av, at nakrir persónar einsamallir bera kostnaðin av hesum gjaldið, meðan gjaldið í øðrum førum verður býtt millum fleiri persónar?

Viðmerkingar:
Við nýggju skipanini at krevja inn kringvarpsgjald er eingin ivi um, at gjaldið má definerast sum ein obligatoriskur skattur.


Tey húski, sum í 2011 ikki hava nakað tól, sum kann taka signalini frá Kringvarpi Føroya eru so fá, at tað eru kávalótir at tosa um annað.

At talan í veruleikanum er um ein obligatoriskan skatt, ger, at vit eisini løgfrøðiliga eiga at meta tað sum ein skatt. Annað er óreiðiligt.


Tí verður biðið um, at landsstýriskvinnan og embætisverk hennara hyggur at hesum máli við støði í tí veruleika, at talan er um ein skatt.