Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um ískoytisútbúgving til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingum, settur Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) og Karsten Hansen, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í almannamálum um at gjalda uppstiganina til bachelor hjá sjúkrarøktarfrøðingunum?
2. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvønn útugvingarpolitikk Almannamálaráðið hevur, tá ið tað snýr seg um eftir- og víðariútbúgving?
3. Metir landsstýriskvinnan tað vera eina nøktandi skipan, at nakrir fakbólkar fáa uppstiganina til bachelor goldna, meðan aðrir mugu gjalda sjálvir?
4. Vil landsstýriskvinnan virka fyri at fáa henda ójavna millum fakbólkar burtur?
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur í svari upp á § 52a fyrispurning frá undir¬ritaðu víst á, at hann ikki er arbeiðsgevari hjá sjúkrarøktarfrøðingum, og at Menta¬mála¬ráðið tískil ikki eigur at gjalda ískoytisútbúgvingina hjá sjúkrarøktarfrøðing¬unum.
Seinastu árini eru útbúgvingarnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum og lærarum uppstigaðar á bachelor støði. Hetta verður av teimum flestu mett sum eitt útbúgvingarligt framstig, og gevur hesum fakbólkum góðar møguleikar at útbúgva seg víðari, umframt at arbeiða meira vísindaligt.
Landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sum hevur útbúgvingarmál um hendi, hevur í svari víst undirritaðu á, at hann sum landsstýrismaður ikki er arbeiðsgevari hjá sjúkra-røktarfrøðingunum, og tí ikki eigur málið. Hinvegin metir Bjørn Kalsø, at hann sum arbeiðsgevari hevur ábyrgdina av uppstiganini hjá lærarum, tí hann í tí førinum er arbeiðsgevari. Mentamálaráði hevur sostatt meldað greitt út hvønn útbúgvingar¬politikk teir hava. Tì hevði verið gott at fingið greiðu á viðurskiftunum hjá sjúkra¬røktarfrøðingunum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum varðar av sjúkrarøktarfrøðingunum í Nærverk-inum/Almannaverkinum, tí hesin spurningur.
Í dag er stórur ójavni millum sjúkrarøktarfrøðingar, sum útbúgva seg til bachelor. Treytirnar at útbúgva seg eru sera ójavnar, bæði millum fakbólkarnar og innanhýsis í fakbólkunum. Onkur fær skeiðsgjaldið goldið, onkur fær frí við løn, onkur betalir alt sjálvur, onkur fær ferðaendurgjald o.s.fr. Hetta má metast sum ein sera óheppin gongd í útbúgvingarpolitikkinum.
Sum skilst, so hevur uppstiganin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verið til viðgerðar í Mentamálráðnum í fleiri ár. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu bachelorstigið inn í sáttmálan í 2007, var avtalan, at Mentamálaráðið skuldi bjóða útbúgvingina út. Lønin, sum næmingarnir á sjúkrarøktarfrøðisskúlanum høvdu fingið, fall burtur, og lesandi komu frameftir upp í skipanina við lestrarstuðli.
Av tí at tey, sum í dag útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing, lærara og námsfrøðing, verða útbúgvin bachelor, er trupulleikin við uppstiganini ein avmarkaður trupulleiki. Tað snýr seg um, at tey, sum framvegis hava gomlu útbúgvingina, fáa høvi at útbúgva seg á jøvnum føti við tey, sum eru bachelorar, tí starvsøkið er eins.
Tá ið heilsuhjálparaútbúgvingin bleiv sett á stovn, fingu allar heimahjálpir møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálpara við løn, so tann skipanin var eins fyri øll.
Á Løgtingi, 20. september 2012
Sirið Stenberg

