Spurningur um fýrverk

1 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum


Ber til, bert at loyva handilsfólki at selja fýrverk, umtey eisini hava trygdarbrillur til sølu?

Viðmerkingar

Tá nýggjár er, lesa vit greinar og lýsingar um, hvussu umráðandi tað er at vera varin og nýta trygdarbrillur, tá vit skjóta nýggja árið inn.


Vit fáa at vita, hvussu vandamikið fýrverkið kann vera, og síggja myndir av tí. Fólk sum hava fingið ljót arr, mist fingrar og sjón vegna fýrverk. Trygdarbrillurnar eru eygnaverndin. Um børn og vaksin kunnu verja seg seg er neyðugt, at verndin fæst til keyps.


Júst tí undraði tað spyrjaran almikið, at tá fýrverk og trygdarbrillur skuldi keypast um ársskiftið, vórutrygdarbrillurnar útseldar at kalla allastaðni. Keypast kundi fýrverk – rakettir í øllum støddum og litum. Trygdarbrillurnar vóru tó útseldar nærum allastaðni. Spyrjarin hevur tosað við mong, sum hava upplivað hetta sama – fleiri ár á rað.


Tað løgna er, at meðan krút hevur ein ’seinasti søludagur’, kunnu brillurnar nýtast ár eftir ár. Tykist tí løgi, at tað eru brillurnar sum ganga undan fyrst – mátti verið øvugt – tí tær halda sær longri.


Minstamark má vera at rætta verndin fæst til keyps har fýrverkið verður selt!


Spyrjarin vil fegin vita, um til ber at krevja, at tað bert er loyvt at selja fýrverk, har trygdarbrillur eisini fáast til keyps.