1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at fíggja ófíggjaða skattalættan, ið væntandi fer at kosta landskassanum yvir 300 mió. kr. í mistum landsskattainntøkum í 2012 ?
2. Er landsstýrismaðurin samdur í, at broytingin frá skatting av pensjónsútgjaldi til skatting av pensjónsinngjaldi, og harvið framflyting av framtíðar pensjónsskatti til nútíðina, ikki eru nýggjar inntøkur og fígging av flatskattalættanum ?
3. Er ætlanin at spara upp inntøkurnar frá skatti av pensjónsinngjøldum – t.d. í Búskapargrunni Føroya – so hesar eru tøkar í framtíðini tá lutfalsliga munandi fleiri pensjónistar vera í Føroyum ?
4. Nær og hvussu fer landsstýrið at lata kommununum aftur tær 88 mió. kr. (40% av 220 mió. kr. í væntaðum pensjónsskatti í 2012), ið eru tann pensjónsskatturin, ið landið nú tekur frá kommunum bert í árinum 2012 ?
5. Nú neyðugt verður at føroyingar við útlendskum arbeiðsgevara og pensjónsskipanum fara at fáa undantak frá skatting av teirra pensjónsinngjaldi, og føroyingar tí fara at verða skattaðir ymiskt tá umræður pensjónsskatt framyvir, kunnu fleiri undantøk væntast og í so fall hvørji ?
Viðmerkingar
Í desember 2011 vórðu umfatandi skattabroytingar trýstar ígjøgnum, uttan neyðugu greiningarnar og metingarnar. Spurningarnir vórðu ótalligir og svarini fá. Nú byrja nøkur samgongutingfólk at síggja álvaran í avgerð teirra, tí í sambandi við Ólavsøkurøðu Løgmans vístu fleiri samgongutinglimir á, at teir nú vóru samdir við andstøðuni í, at framflyting av pensjónsskatti ikki vóru nýggjar inntøkur og verulig fígging av skattalættanum. Hetta er annars tað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur hildið fast í síðan uppskot hansara um flatskattalætta var lagt fyri á Løgtingi og síðan samtykt.
Hagtølini fyri 1. hálvár 2012 vísa eisini, at landsskattainntøkurnar eru minkaðar munandi. Ítøkiliga heilar 129,4 mió. kr. í mun til fyrsta hálvár 2011. Hetta er enntá hóast lønarvøkstur. Uttan lønarvøkstur (sama lønarupphædd í 2012 sum 2011 umvegis skattaskipanina) minka landsskattainntøkurnar bara 1. hálvár 2012 við yvir 161 mió. kr. Hetta bendir á, at flatskattalættin ikki kostar landskassanum 265 mio. kr., so sum landsstýrismaðurin higartil hevur upplýst, men heldur um 320 mió. kr. yvir alt árið. Áhugavert verður at frætta, hvørji átøk landsstýrismaðurin fer at fremja fyri at fáa til vega nýggjar inntøkur, ið samsvara við mistu landsskattainntøkurnar.
Kommunurnar hava eisini higartil fingið um 40% av øllum pensjónsskatti. Við lógarbroytingini hjá núverandi samgongu fær landið nú 100% av øllum skatti av pensjónsinngjøldum. Væntast má, at kommunurnar fáa endurgjald fyri hesar mistu inntøkurnar, men enn er ikki upplýst, hvussu hetta skal gerast.
Landsstýrismaðurin hevur hartil fráboðað, at munur nú fer at verða gjørdur á pensjónsskattinum hjá føroyingum. Hetta er neyðugt, tí lurtað varð ikki eftir ávaringunum um, at nýggja pensjónsskattalógin var alt ov illa grundað og óumhugsað. Úrslitið er, at neyðugt verður, at føroyingar við útlendskum arbeiðsgevara og útlendskum pensjónsskipanum í næstum fáa loyvi at halda áfram við at teirra pensjón verður skattað við útgjald – og ikki við inngjald. Fleiri aðrir bólkar hava víst á trupulleikar í sambandi við broyting frá skatting av pensjónsútgjaldi til skatting av pensjónsinngjaldi, og áhugavert er tí at frætta, hvørji onnur undantøk kunnu væntast.
Fyri at fáa lýst hetta týðandi mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 8. august 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

