Spurningur um ferðavinnu á søguligum plássum

12 September 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur um ætlanir fyri ferðavinnu á søguligum plássum við fornminnum, settur Johan Dahl, landsstýrismanni í ferðavinnumálum.

- Eru nakrar ætlanir lagdar fyri, hvussu ferðavinnan kann og eigur at verða skipað og ment á søguligum plássum við fornminnum, sum til dømis Kirkjubø?

- Um ja, á hvønn hátt sær landsstýrismaðurin fyri sær, at hetta kann gerast, so til ber hjá vinnuni at fáa meira burturúr, samstundis, sum atlit verða tikin til at verja fornminnini væl?

- Um nei, vil landsstýrismaðurin so taka stig til, at ein ætlan fyri brúki av fornminnaumhvørvum í ferðavinnuhøpi verður gjørd, og neyðug fíggjarlig orka sett av til hetta?

Viðmerkingar

Tað er umráðandi at geva fornminnum og søguligum plássum sjónligari leiklut í ferðavinnuhøpi, soleiðis, at hendan vinna kann verða betur skipað – og harvið eisini kasta meira av sær. Samstundis er talan um viðbrekin fornminni, sum orka má leggjast í at varðveita og nýta á skynsaman hátt. Kirkjubø er eitt dømi um hetta.

Múrurin í Kirkjubø er fremsta byggilistarliga fornminni føroyinga, og telist saman við øðrum fornminnum og søguni á staðnum millum áhugaverdastu pláss at vitja í Føroyum. Sera nógv ferðafólk vitja árliga í Kirkjubø, men tað tykist avmarkað, hvussu nógv tey leggja eftir seg. Harumframt liggur tað á privatum hondum at halda umhvørvið við líka.

Flestu ferðafólk, sum koma hendan vegin, hava stóran áhuga í at vitja fornminnini og á henda hátt at fáa atgongd til søgu og mentan okkara. Men hóast ferðafólkini kunnu fara so gott sum allastaðni, teimum lystir, so er ikki nóg nógv gjørt til tess at skapa røttu karmarnar kring ferðavinnuna og fornminnini. Umráðandi er, at vegir, parkeringspláss, brimverja og annað verða hildin við líka, so fornminnini ikki farast. Og, at stuðla verður undir søvn og annað, so støðini kunnu vera livandi og áhugaverd hjá fólki at vitja.

Spurningarnir verða settir landsstýrismanninum í ferðavinnumálum í teirri vón, at ein ferðavinnupolitikkur og heildarætlan fyri ferðavinnu á plássum við fornminnum og søguligum dýrgripum verður gjørd – sjálvandi í tøttum samstarvi við Mentamálaráðið og fornminnamyndugleikar. Við einari miðvísari ætlan fyri, hvussu vit eggja ferðafólki at vitja hesi støð og á bestan hátt fáa fram søguna um staðið – við søvnum, søgufrásøgnum, við vegleiðingum og við greiðum reglum fyri, hvussu økið og fornminnini kunnu nýtast. Ætlanin eigur at vera eitt grundarlag undir, at lokala fólkið og ferðavinnan sum heild, kunnu fáa betri nyttu og inntøku av ferðafólkastreyminum, samstundis sum ljós verður varpað á okkara fornminni og søguligu virðir, og at tey verða tryggjað.

Í 2008 varð ein heildarætlan gjørd fyri varðveitslu av Kirkjubømúrinum og fornminnunum knýtt at honum. Hetta álit viðger ikki ferðavinnuna. Men millum tey 10 tilmælini, sum arbeiðsbólkurin læt táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, var: “..at landsantikvarurin skipar ein kunningarbólk viðv. framtíðar planlegging og brúki av fornminnaumhvørvinum í Kirkjubø, har festarin/Búnaðarstovan og aðrir áhugarar eru umboðaðir.”

At ferðavinna er ein sentralur partur í slíkari planlegging av brúki av fornminnaumhvørvinum í Kirkjubø og á øðrum søguligum plássum, metir spyrjarin vera sjálvsagt.

Á Løgtingi 8.septembur 2014

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna