Spurningur um Fauntain House verkætlanina

25 September 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum Anniku Olsen um Fauntain House verkætlanina


1 Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at játta pening til Fountain House verkætlanina so verkætlanin kann setast á stóvn ?

Viðmerkingar
Fakfólk eru saman við Sinnisbata farin undir eitt arbeiði at skipa fyri eini Fauntain House verkætan fyri fólk við sálarligum trupulleikum. Verkætlanin hevur verið løgd fram fyri løgtingslimum, so løgtingsfólk eru kunnaði.


Endamálið við verkætlanini er at skipa eitt arbeiðsbúgvbandi tilboð til áleið 50 fólk um vikuna. Kostnaðurin er umleið 2,5 mill árliga.


Tað hevur ofta verið víst á manglarnar vit hava á psykiatriska økinum, og er Fountain House ein týðandi liður í at fáa útbúgt eina nøktandi tænastu. Ofta er tað so, at aftaná útskrivan frá psykiatriska deplinum, so hava sálarsjúk ikki havt nøktandi eftirviðgerðartilboð, arbeiðsbúgvandi og sosial tilboð. Tì er vandin fyri endurinnleggjan stórur, umframt tey negativi árin tað hevur á lívsgóðskuna ikki at hava nakað at fara til.


Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur víst á at hann ikki eigur málsøkið, og vísir til almannamálaráiðið. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni at svara

Sirið Stenberg
Tjóðveldi