Spurningur um byggigøluna í Hovi

8 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tá eitt landsstýrisfólk ynskir at ein uttanhýsis kanningarstjóri verður settur at kanna eitthvørt, kemst ikki uttanum, at viðkomandi hevur alvorligan mistanka um, at okkurt ólógligt ella óregluligt er farið fram, hvørs ábyrgd og avleiðing má plaserast. Tí vakti tað ans, tá ið landsstýriskvinnan í innlendismálum við Útvarp Føroya segði, at byggigølan í Hovi skuldi kannast av einum uttanhýsis kanningarstjóra. Við útvarpið segði hon, at hon fór at leggja málið fyri landsstýrið, og segði hon seg vænta at fáa undirtøku fyri hesum, m.a. tí at løgmaður hevði alment boðað frá, at hann tók undir við at málið varð kannað. Tríggjar dagar seinni, 5.november, visti útvarpið at siga, at landsstýriskvinnan nú fyrireikar upprit til landsstýrisfund. Men, nú var kravið um uttanhýsis kanningarstjóra linkað til at antin skuldi tað verða innanhýsis embætisfólk ella uttanhýsis løgfrøðingar, sum skuldu kanna málið.


Hetta er ikki sørt av eini styrkisroynd hjá landsstýriskvinnuni, har hon m.a. frá tí mistonkta skal hava undirtøku fyri eini óheftari kanning av málinum.


Við hesum í huga vil undirritaða hava at vita


• Hvørjar grundgevingar hevur landsstýriskvinnan hevur fyri, at hon møguliga heldur tað verða neyðugt er at seta ein uttanhýsis kanningarstjóra?


• Og tá ið hon nú er linkað í krøvunum um hvør skal kanna, - er tað so ein spurningur um pengar, ella tí hon nú ikki heldur at málið er so álvarsamt, at tað skal gerast av einum uttanhýsis óheftum løgfrøðingi kortini?


• Hevur landsstýriskvinnan lagt málið fyri landsstýrið?


• Hvørja undirtøku fekk málið har?


• Og hvørji eru útlitini fyri, at ein uttanhýsis kanningarstjóri verður settur?


• Og nær væntar landsstýriskvinnan á leið at kanningin kann byrjað?

Annita á Fríðriksmørk