Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um brot á innlitslóg og noktandi innlit í CIP-sáttmála, settur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Metir løgmaður, at landsstýrismaðurirn í fíggjarmálum brýtur lóg um innlit í fyrisitingina, tá hann framhaldandi afturheldur stórum parti av sáttmálanum millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)?
2. Um nei, hví?
3. Um ja, hvat fer løgmaður at gera fyri at geva almenninginum innlit í CIP-sáttmálan samsvarandi lógini?
4. Fer løgmaður at tryggja, at innlit verður givið í fundarfrágreiðingar millum landsstýrið og CIP?
Viðmerkingar
Tað skaðar álitið og trúvirðið hjá politisku skipanini, at roynt verður at forða fyri gjøgnumskygni og innlitsrættinum hjá fólkinum í Føroyum. Hetta verður áhaldandi gjørt í málinum um samráðingar og avtalu milllum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Parters (CIP).
Fíggjarmálaráðið fráboðaði í heyst, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var samdur við avgerðini hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum, um ikki at lata innlit í sáttmálan millum landsstýrið og CIP.
§52a spurningur varð settur løgmanni 7. november 2013, um hann var samdur í hesum, tí mett varð, at hetta ikki var í samsvari við innlitslógina.
Løgmaður svaraði, at málið fór at verða kannað. Eftir at Løgmansskrivstovan hevði ráðført seg við útlendskan løgfrøðing, varð komið til somu niðurstøðu, sum nógvir aðrir føroyskir løgfrøðingar longu vóru komnir til, at tað var brot á innlitslógina, tá Fíggjarmálaráðið als ikki læt innlit í CIP-sáttmálan.
Nú í februar 2014 letur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum so innlit í CIP-sáttmálan, men sigast má, at talan er um eitt innlit, ið onga meining gevur, tí meginparturin av sáttmálanum er útstrikaður. Tí gevur innlitið als onga meining, og kennist sum ein vanvirðing av innlitsrættinum.
Spurningurin er, um hetta ikki er brot á lóg um innlit í fyrisitingina. Tí mett verður, at nú ongar samráðingar eru millum landsstýrið og CIP longur, eru tað bert tær orðingar, ið sáttmálanum, ið møguliga kunnu skaða kappingarevnini hjá CIP, ið kunnu aftur-haldast alment. Hetta eru sera avmarkaðar upplýsingar í sáttmálanum, og ikki allar tær útstrikingar, ið nú eru framdar. Tykist tí meira sum ein “politisk” útstriking av upplýsingum, heldur enn ein “løgfrøðilig” útstriking.
Løgmaður hevur sambært Stýrisskipanarlógini eftirlit við landsstýrisfólkum og skal tryggja, at hesi umsita sítt øki á fullgóðan hátt og samsvarandi lógum landsins.
Fyri at fáa lýst, hvat løgmaður fer at gera fyri at tryggja, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur lógir landsins, og tryggjar almenninginum innlit í CIP-sáttmálan, og fundarfrágreiðingar, ið eru tengdar at hesum, verða hesir spurningar settir løgmanni.
Á Løgtingi, 13. februar 2014
Kristina Háfoss

