Spurningur um barsilskipanina

23 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi inngjaldi í barsilsskipanina

1. Ber til at broyta játtanarskipanina soleiðis, at yvirskot frá Barsilsskipanini kann støðlast á fíggjarlógini, og nýtast tey ár, tá undirskot er?


Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt fram uppskot um at hækka barsilsgjaldið úr 0,62% upp í 0,68 %. Hetta tykist neyðug av tí at barsilsskipanin í løtuni gevur hall. Men, skipanini hevur eisini fleiri ár á rað givið stórt yvirskot. Eitt nú var yvirskotið í 2007 nærum 19 milliónir, ið sá út til at gerast enn størri í 2008. Tá valdi CHE-samgongan at nýta yvirskotið til at útbyggja barsilsskipanina munandi. Hetta varð gjørt út ífrá teirri hugsan, at barsilsgjald er ein skattur til serstaka borgaratænastu, og tí ikki eigur at kunna fara til heilt aðrar útreiðslur á fíggjarlógini.


Tá barsilskipanin byrjaði, guldu partarnir á arbeiðsmarknaðinum og landið hvør síni 0,25% í skipanina, eins og landið betaldi tað, sum restaði í. Til samans hevur landið havt hall av skipanini, verður roknað frá 2001.


Men, í 2006 taka partarnir á arbeiðsmarknaðinum yvir fulla gjaldið av skipanini. Og verður roknað hesi ári fram til í dag, so hevur heilt fitt yvirskot verið í skipanini. Tí er lætt at skilja, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum kenna tað sum órímiligt, at gjaldið nú hækkar, samstundis sum yvirskotini, ið verið hava, eru farin beint í landskassan.


Tosað verður nú um at leggja barsilsskipanina í grunn og lata ein komandi arbeiðsmarknaðardepil umsita skipanina.


Tað er tó ein álvarsom politisk uppgáva at tryggja, at føroyska barsilskipanin verður varðveidd og framhaldandi útbygd. Spurningur verður settur fyri at fáa fram, hvørt tað eru møguleikar at broyta verandi játtanarskipan fyri serstakar kontur sum hesa soleiðis, at møgulig yvirskot kunnu støðlast, fyri síðani at verða nýtt, tá undirskot er av inngjaldinum til skipanina.


Á Løgtingi 22. november 2010


Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna