1. Er landsstýrismaðurin samdur í, at Landsbanki Føroya kann lána pening til munandi lægri rentu enn tann rentan, ið ein privat fyritøka kann lána pening til ?
2. Er landsstýrismaðurin samdur í, at um privat fyritøka skal standa fyri fígging og rakstri av t.d. einum Havrannsóknarskipi, so skal privata fyritøkan hava ávísan vinning av hesum ?
3. Er landsstýrismaðurin samdur í, at tað verður trupult at nýta íløgujáttanir á fíggjarlógini til at stýra virkseminum í landinum, um ein røð av íløgum verða fíggjaðar yvir raksturin og binda fíggjarlógina 10-20 ár fram ?
4. Hví verður umhugsað at fíggja Havrannsóknarskip á ein hátt, ið bert kann gerast dýrari og minni gjøgnumskygdur, enn um landið fíggjar hetta sum íløga á fíggjarlógini ?
5. Hví hevur landsstýrið lækkað íløgukarmin úr 299 mió. kr. í samtyktu fíggjarkarmunum fyri 2013 niður í 260 mió. kr. í fíggjarlógini fyri 2013, samstundis sum tørvur er á at nýta hesa upphædd til týðandi og virksemisskapandi íløgur ?
Viðmerkingar
Landsstýrið hevur fráboðað at arbeitt verður við, at fíggja eitt nýtt Havrannsóknarskip “yvir raksturin”. Hetta kann gerast eitt vandamál fyri føroyska samfelagið.
Settir verða hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at fáa málið lýst.
Á Løgtingi, 8. oktober 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

