Spurningur til løgmann

6 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Svar uppá skrivligan fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um lønarlagið á almennum ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvørji og hvussu mong ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir (har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum) sita hjá og undir almenna geiranum?

2. Hvussu mangir eru hesir sessirnir, og hvussu mong eru tey, sum manna hesar sessir?

3. Hvør er almenni politikkurin samsýningum viðvíkjandi, táið tað snýr seg um at gjalda fyri arbeiði gjørt í ráðum, bólkum, nevndum og partafelagsnevndum ?

4. Hvussu stór var samlaða upphæddin hesum viðvíkjandi árini 2004-2009 (einsæris – og bæði árini íroknað)

5. Hvussu stórar vóru upphæddirnar í hvørjum ráði, bólki, nevnd og partafelagsnevnd sær, við navns nevnilsi, og hvussu var býtið ímillum nevndarformenn og vanligar nevndarlimir í t.d. partafeløgum, har landið eigur meira enn helmingin av partapeninginum – hetta yvirlitið skal eisini umfata árini 2004-2009, og nýggjar ásetingar í 2010, um tær finnast?

Svar:

Til sp. 1: Á leið 190 ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir sita hjá og undir almenna geiranum. Sí fylgiskjal ”yvirlit yvir nevndir og ráð”.

Til sp. 2: Á leið 580 nevndarsessir eru innan almenna geiran.

Viðmerking: Einki yvirlit er yvir øll nøvnini á teimum, sum manna allar nevndirnar. Av tí at nøkur hava fleiri nevndarsessir, er talið av nevndarlimum nakað lægri enn talið av nevndarsessum.

Til sp. 3: Útgangsstøðið fyri almenna politikkinum viðvíkjandi samsýningum í ráðum, bólkum og nevndum er ”Umfarsskriv um nevndarsamsýningar” frá 10. januar 1983. Í hesum rundskrivi er m.a ásett, at samsýningar til limir í nevndum og arbeiðsbólkum krevja landsstýrisins góðkenning. Tað er Lønardeildin, sum umsitur hetta økið.

Í samband við samsýningar viðv. almennum partafeløgum er at siga, at nevndirnar sjálvar áseta samsýningar og standa til svars mótvegis aðalfundinum.

Til sp. 4: Kostnaður fyri ráð, bólkar, nevndir og partafelagsnevndir í almenna geiranum:

Ár Upphædd

2004 5.252.724 kr
2005 4.318.710 kr
2006 4.957.588 kr
2007 7.370.532 kr
2008 5.718.206 kr
2009 15.275.466 kr
Tilsamans 42.893.226 kr


Viðm.: sambært tølum, sum eru tøk.

”yvirlit yvir nevndir og ráð”.

Til sp. 5: Sí fylgiskjal ”yvirlit yvir nevndir og ráð”.

Viðmerking til svarini:
Tað er stórarbeiði at finna allar samsýningarnar og gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir nevndir og ráð. Fyrivarni má takast fyri møguligum skeivleikum og fyri, at onkur nevnd ella ráð eru burturgloymd.

Upplýsingarnar, sum eru at finna í hesum svari, eru tær upplýsingar, sum í løtuni eru tøkar.

Eg kann upplýsa, at Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovan arbeiða saman við at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir nevndir, ráð og bólkar. Samsýningar í teimum ymisku nevndunum verða eisini partur av yvirlitinum.

Stjórnarráðini hava fráboðanarskyldu fyri Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi nevndum og ráðum. Sí ”Rundskriv nr. 5 frá 6. desembur 2006 um fráboðanarskyldu viðvíkjandi nevndum og ráðum.”

Ásetingarnar í hesum rundskrivi verða í næstum fylgdar upp í størri mun. Ítøkiliga samstarvið millum Lønardeildina og Løgmanskrivstovuna er dømi um uppfylging á økinum.


Í Tinganesi, 4. mai 2010

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður