Spurningur langtíðarleigu av privatum havrannsóknarskipi

24 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um langtíðarleigu/leasing av privatum havrannsóknarskipi, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvør er metti meirkostnaðurin fyri landið at lata privat gera havrannsóknarskip, ið landið langtíðarleigar, í mun til um hetta verður gjørt av landinum?

2. Er orsøkin til, at valt verður at gera havrannsóknarskipið privat, at “rúm ikki er fyri hesum á landsins íløgukarmi”?

3. Um ja, fer langtíðarleiga ikki bert at fjala og dýrka veruligar útreiðslur til íløgur, við at býta kostnaðin yvir 20 ár og bóka undir rakstur, heldur enn at rinda sum íløga, so hvørt bygt verður?

4. Um nei, hvør er orsøkin?

5. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rætt at gera langtíðarleiguavtalur fyri íløgur landsins, heldur enn at rinda so hvørt bygt verður?

6. Gevur ætlaða langtíðarleigan munandi og eyðsýndar fyrimunir fyri landið?

7. Um ja, hvørjar?

8. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við kunngerð um rakstrarjáttan §3?

9. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við kunngerð um roknskapar-verk landsins?

10. Er langtíðarleiga av havrannsóknarskipi í samsvari við lóg um landsins játtanar-skipan?

11. Hava fyritøkur vent sær til landsstýrið, og víst á, at tær ynskja at byggja og reka eitt havrannsóknarskip?

12. Sær landsstýrismaðurin ávísa líkheit millum leistin fyri privata Skálafjarðar¬tunnilin og leistin fyri privata havrannsóknarskipið?

Viðmerkingar

Føroyar hava átrokandi tørv á, at fáa til vega eitt nýtt havrannsóknarskip. Verandi havrannsóknarskip, Magnus Heinason, er nú 35 ár, og kann als ikki nøkta tann tørv, ið føroyska samfelagið hevur, tá umræður havrannsóknir nú og frameftir. Hóast hetta, hevur landsstýrið ikki valt at seta pening av til bygging av nýggjum havrannsóknar-skipi.

CHE samgongan fór undir prosjektering av havrannsóknarskipinum í 2008, men arbeiðið steðgaði undir ABC-samgonguni. Tá Tjóðveldi, Framsókn, Javnaðarflokk¬urin og Sambandsflokkurin samstarvaðu í 2011 varð lóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi samtykt, og vórðu 25 mió. kr. settar av í 2011. Henda pening hevur verandi samgonga tikið aftur.

Heldur enn at seta ferð á bygging av havrannsóknarskipi, hevur landsstýrið nú lagt lóg fyri Løgtingið, ið skal heimila langtíðarleigu av privatum Havrannsóknarskipi.

Í lógaruppskotinum verður víst til, at privat fyritøka skal byggja skipið sambært út-bjóð¬¬ing¬artilfari frá Havstovuni, og at landið síðan kann binda seg til at leiga skipið í upp til 20 ár, og skal hava møguleika fyri at keypa skipið. Talan verður sostatt í veruleikanum um eina “leasing”-avtalu, og bendir sera nógv á, at hetta er eitt slag av “proforma”-avtalu, sum fjalir yvir, at talan í veruleikanum er um eina almenna íløgu.

Á henda hátt verður ein íløga, ið vanliga verður rindað so hvørt, hon verður framd, í staðin rindað yvir 20 ár. Samstundis skal landið eisini rinda privatari fyritøku, ið skal hava eitt avkast av virkseminum.

Hesin leistur fer – tá til stykkis kemur - at kosta landinum meira, samstundis sum farið verður burtur frá tí gjøgnumskygni, ið er so ómetaliga týðandi tá umræður fíggjar-viðurskifti landsins. Tí samsvar verður ikki millum veruliga íløguvirksemið hjá landinum, og fíggjarlóg landsins.

Í kunngerð nr. 84 frá 7. juni 2011 um rakstrarjáttan, verður eisini ásett í §3, stk. 1: “Tað er ikki loyvt at gera avtalur um langtíðarleigu. Langtíðarleiga er í hesi merking, at váðar og fyrimunir, sum eru tengdir at ognarrættinum til ognina, verða fluttir frá útleigara til leigara. Í hesum føri er langtíðarleiga at rokna sum eitt keyp og skal verða viðgjørt samsvarandi.”

Fyri at fáa lýst málið nærri, herundir lýst støðuna hjá landsstýrismanninum í fíggjar-málum til landsstýrisins ætlan at gera privata langtíðarleiguavtalu viðvíkjandi hav¬rann-sóknarskipi, heldur enn at landið letur hetta skipið byggja, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 24. mars 2014

Kristina Háfoss